Fótbóltur

HM: Meksiko víðari sum tað fyrsta liðið

Hetta gjørdist greitt eftir 1-0 sigurin á Suðurkorea fríggjanáttina. Stutt frammanundan vann Kanada sín fyrsta HM-sigur higartil: Jonathan David gjørdi hattrikk, og Ismael Kone breyt beinið í 6-0 sigrinum á Katar í Vancouver, har tvey reyð kort komu.

Ulises Ruiz/AFP/Ritzau Scanpix

Ulises Ruiz/AFP/Ritzau Scanpix

2026-06-19 16:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú tvey umfør eru spæld í bólki A og B í HM-endaspælinum er tað við 100 prosent vissu greitt, at ein vertstjóð er víðari, meðan ein onnur so at siga er tað.

Meksiko vann tepurt móti Suðurkorea í Zapopan. Miðvallarin Luis Romo skoraði einasta málið í dystinum fimm minuttir eftir steðgin. Harvið fult stigatal og víðari sum eitt'ari.

Í hinum dystinum í bólkinum oyðiløgdu Kekkia og Suðurafrika tingini fyri hvønn annan, og nú verður torført at spæla seg víðari í síðsta umfari.

[object Object]Stórur fagnaður á teimum hjá heimaliðnum (Mynd: Ulises Ruiz/AFP/Ritzau Scanpix)

Longuri norðuri var ikki eins stórur spenningur. Kanada spældi frálíka væl og knústi Katar;  tað kundi verið meira enn 6-0. 

Jonathan David var stóri maðurin við hattrikki og er nú javnsetttur HM-toppskjútti við Lionel Messi. 

[object Object]
David, nummar 10, fegnast um eitt av sínum málum saman við Tajon Buchanan, sum eisini skein í Vancouver (Mynd: Agustin Marcarian/Reuters/Ritzau Scanpix)

[object Object]Mynd: Fran Santiago/AFP/Ritzau Scanpix

Ein stórur smeitur í søguliga sigrinum hjá Kanada var, at  Ismael Kone breyt beinið. Katar fekk tvey reyð kort í dystinum.

Í hinum dystinum í bólkinum gjørdu innskiftararnir hjá Sveis burturúr og vunnu 4-1. Í kvøld spælir triðja vertslandið USA, sum við sigri eisini kann koma víðari.

-----------------------------------------------

Bólkur A:
1. Meksiko 6 stig
2. Suðurkorea 3 stig
-------------------------
3. Kekkia 1 stig 
4. Suðurafrika 1 stig

Í gjár, hósdagin 18. juni:
Kekkia - Suðurafrika 1-1 (1-0)

Fríggjanáttina 19. juni
Meksiko - Suðurkorea 1-0 (0-0)

Bólkur B:

1. Kanada 4 stig
2. Sveis 4 stig
-------------------------
3. Bosnia - Hersegovina 1 stig
4. Katar 1 stig 

Í gjár, hósdagin 18. juni:
Sveis - Bosnia&Hersegovina 4-1 (0-0)

Kanada - Katar 6-0 (3-0)

---------------------------------------------------

Bólkur C:
1. Skotland 3 stig
2. Brasilia 1 stig
------------------------
3. Morokko 1 stig *
4. Haiti 0 stig

Í dag, fríggjadagin 19. juni:
23.00: Skotland - Marokko

Leygarnáttina, leygardagin 20. juni: 01.30:
Brasilia - Haiti


Bólkur D:
1. USA 3 stig
2. Avstralia 3 stig
-----------------------
3. Turkaland 0 stig *
4. Paraguay 0 stig

Í dag, fríggjadagin 19. juni:
20.00: USA - Avstralia 

Leygarnáttina, leygardagin 20. juni: 
04.00: Turkaland - Paraguay

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder