Fótbóltur

HM: Nú hava øll liðini roynt seg

Heimsmeistararnir bergtóku við Messi á odda, og nógvar aðrar stórar stjørnur hava skinið í Norðuramerika. Ongland legði væl frá landi, meðan Portugal og Spania vóru vónbrot í 1. umfari - sí yvirlit her.

Harry Kane, Jude Bellingham og hinir gjørdu bart móti Kroatia mikukvøldið við 4-2 sigri (Mynd: Charlotte Wilson/AFP/Ritzau Scanpix)

Harry Kane, Jude Bellingham og hinir gjørdu bart móti Kroatia mikukvøldið við 4-2 sigri (Mynd: Charlotte Wilson/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-18 11:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta vikan og fyrsta umfarið í HM-endaspælinum eru farin afturum, og harvið hava øll 48 londini roynt seg.

Spania var fyri skelki sunnukvøldið, tá Kap Verde tryggjaði sær sítt fyrsta HM-stig higartil við málleysum javnleiki móti evropameistarunum.

Portugal, við Ronaldo, Ferneandes og øðrum, spældi eisini javnleik móti afrikanskum landið í gjár, og Sveis fekk bert eitt stig móti Katar, sum skrivaði søgu í Santa Clara.

Nøkur stór nøvn hava tó sligið til: Erling Haaland skoraði tvær ferðir og legði upp einaferð í 4-1 sigrinum hjá Noreg á Irak - tí fyrsta endaspælssigrinum hjá landinum síðani ár 2000.

Sama kvøld skoraði Kylian Mbappé í 3-1 sigrinum á Senegal og er nú franskur HM-toppskjútti samanlangt við 14 málum.

Lionel Messi hevur nú flest HM mál samanlagt; hetta saman við Miroslav Klose. Tað syrgdi 38-ára gamli gandakallurin fyri við hattrikki móti Algeria. Ein sonn fótbóltsframsýning.

[object Object]
Messi í hopla móti Algeria mikunáttina í Kansas (Mynd: Roberto Schmidt/AFP/Ritzau Scanpix)

Í dag byrjar 2. umfar í bólkaspælinum

Niðanfyri síggjast støðurnar í teimum tólv bólkunum eftir 1. umfar; umframt næstu dystirnar

Bólkur A:
1. Meksiko 3 stig
2. Suðurkorea 3 stig
-------------------------
3. Kekkia 0 stig *
4. Suðurafrika 0 stig

Í dag, hósdagin 18. juni:
17.00: Kekkia - Suðurafrika 

Í nátt, fríggjadagin 19. juni
02.00: Meksiko - Suðurkorea

Bólkur B:

1. Sveis 1 stig
2. Kanada 1 stig
-------------------------
3. Katar 1 stig *
4. Bosnia - Hersegovina 1 stig

Í dag, hósdagin 18. juni:
20.00: Sveis - Bosnia&Hersegovina

23.00: Kanada - Katar

Bólkur C:
1. Skotland 3 stig
2. Brasilia 1 stig
------------------------
3. Morokko 1 stig *
4. Haiti 0 stig

Í morgin, fríggjadagin 19. juni:
23.00: Skotland - Marokko

Leygarnáttina, leygardagin 20. juni: 
01.30: Brasilia - Haiti


Bólkur D:
1. USA 3 stig
2. Avstralia 3 stig
-----------------------
3. Turkaland 0 stig *
4. Paraguay 0 stig

Í morgin, fríggjadagin 19. juni:
20.00: USA - Avstralia 

Leygarnáttina, leygardagin 20. juni: 
04.00: Turkaland - Paraguay

Bólkur E
1. Týskland 3 stig
2. Fìlabeinsstrondin 3 stig
------------------------
3. Ecuador 0 stig *
4. Curacao 0 stig

Leygardagin 20. juni:
21.00: Týskland - Fìlabeinsstrondin

Sunnunáttina 21. juni: 
01.00: Ekvador - Curacao 

Bólkur F:
1. Svøríki 3 stig 
2. Niðurlond 1 stig
----------------------
3. Japan 1 stig *
4. Tunisia 0 stig

Leygardagin 20. juni: 
18.00: Niðurlond - Svøríki

Sunnunáttina 21. juni: 
05.00: Tunesia - Japan

Bólkur G
1. Belgia 1 stig
2. Egyptaland 1 stig
---------------------
3. Iran 1 stig *
4. Ný Sæland 1 stig

Sunnudagin 21. juni: 
20.00: Belgia - Iran

Mánanáttina 22. juni: 
02.00: Ný Sæland - Egyptaland 

Bólkur H
1. Spania 1 stig
2. Kap Verde 1 stig
----------------------
3. Saudi Arabia 1 stig *
4. Uruguay 1 stig

Sunnudagin 21. juni: 
17.00: Spania - Saudiarabia

Sunnudagin 21. juni: 
23.00: Uruguay - Kap Verde

Bólkur I
1. Noreg 3 stig 
2. Frakland 3 stig
---------------------
3. Senegal 0 stig *
4. Irak 0 stig

Mánadagin 22. juni:
22.00: Frakland - Irak

Týsnáttina 23. juni: 
01.00: Noreg - Senegal

Bólkur J
1. Argentina 3 stig
2. Eysturríki 3 stig
--------------------
3. Jordan 0 stig *
4. Algeria 0 stig

Mánadagin 22. juni:
18.00: Argentina - Eysturríki

Týsmorgunin 23. juni: 
04.00: Jordan - Algeria

Bólkur K
1. Kolumbia 3 stig
2. Portugal 1 stig
-------------------
3. Kongo 1 stig *
4. Uzbekistan

Týsdagin 23. juni: 
18.00: Portugal - Usbekistan 

Mikunáttina 24. juni: 
03.00: Kolumbia - DR Kongo

Bólkur L
1. England 3 stig
2. Ghana 3 stig
------------------
3. Panama 0 stig *
4. Kroatia 0 stig 

Týsdagin 23. juni: 
21.00: Ongland - Ghana

Mikunáttina 24. juni: 
00.00: Panama - Kroatia

* Átta teir bestu trý'ararnir koma víðari til 1/16-finalurnar

Dystirnir síggjast millum annað á rásunum hjá DR og TV2 - umframt á DRTV og TV2 Play. Summir eru eisini á KVF og øðrum norðurlendskum kringvarpum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder