Hondbóltur

HM-rættindini: - Ein ov høgur prísur fyri Kringvarpið

- Vit skilja væl, at fólk eru frustreraði, men vit noyddust at hugsa um framtíðar avtalur, sigur Kringvarpsstjórin. Magnus Dam staðfestir fyri Portalinum, at KVF hevur verið í nógvum samskifti við Sport Five um U21 HM, men at tilboðini vóru ov høg.

Tað hevur ikki verið gjørligt at sæð Ísak Vedelsbøl og hinar í Kringvarpinum undir HM-endaspælinum - og tað verður tað tíverri heldur ikki. Hetta harmast stjórin í KVF eisini um, men hann hevur hugt uppá støðuna (Mynd: Sverri Egholm)

Tað hevur ikki verið gjørligt at sæð Ísak Vedelsbøl og hinar í Kringvarpinum undir HM-endaspælinum - og tað verður tað tíverri heldur ikki. Hetta harmast stjórin í KVF eisini um, men hann hevur hugt uppá støðuna (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-27 14:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Bæði her og í Føroyum er stórur spenningur undan søguligu hálvfinaluni millum Føroyar og Portugal.

Dysturin verður í kvøld klokkan 20 føroyska tíð og kann stroymast her. Hetta fyri eitt gjald upp á umleið 60 krónur.

Eins og við hinum dystunum í U21-endaspælinum, kann hann ikki síggjast í Kringvarpinum. Hetta er nakað, sum nógvir føroyingar hava ilskast um - serliga á sosialu miðlunum og serliga eftir, at tað fór at kosta at síggja ungu føroysku garparnar. Teir fyrstu dystirnir sóust jú ókeypis á Youtube-rásini hjá IHF.

Hetta vísir Magnus Dam eisini á, tá Portalurin seinnapartin setur seg í samband við Kringvarpsstjóran.

- Tað hevur verið eitt samskifti undan og gjøgnum so at siga alla kappingina við Sport Five.  Teir fyrstu dystirnir vóru ókeypis at hyggja eftir, men so royndu vit veruliga at fáa fatur á restina av dystunum, sigur Magnus Dam.

Prísurin var ov høgur - kann bert fara til eitt felag
Sport Five er eitt stórt týskt ítróttarumboðsfelag, sum millum annað umsitur nøkur sjónvarpsrættindi. Felagið stendur fyri rættindunum til hetta U21-endaspælið, eins og HM hjá kvinnum seinni í ár.

Sambært Magnusi Dam kravdi felagið nógv av føroyska kringvarpinum.

- Vit eru eisini í samráðingum við Sport Five um HM-endaspælið hjá kvinnum í vetur. Og ein prísur fyri allan pakkan her lá um tað sama sum allir føroysku dystirnir í HM seinni í ár - eisini um tær koma í meginumfarið o.s.fr.

Tá meginumfarið her í Póllandi var av, var gravgangur eftir rættindunum. Kringvarpið hevði nógv samskifti, men sama støða: 

- Talan var um ein prís, sum var ov høgur hjá okkum at standa inni fyri. Serliga tá vit nú eisini samráðast um rættindini til endaspølini hjá teimum vaksnu og skulu vísa annan ítrótt.

Magnus Dam sigur, at Kringvarpið fekk bjóða føroysku fjórðingsfinaluna móti Slovenia fyri ein høgan eingangsprís. Meðan roynt var at samráðst um hetta, vendi Sport Five sær ein annan vegin og seldi rættindini til restina av kappingini - galdandi fyri millum Føroyar - víðari.

Globe Handball fekk fatur í rættidunum, sum vóru galdandi fyri millum annað Føroyar. Og tá tað fer til eitt felag, so kann onkur annar ikki eisini fáa tey. Harvið hevur Kringvapið ikki havt møguleikan at fáa fatur á nøkrum í dag. 

Skilja væl ónøgdina
Kringvarpsstjórin staðfestir sjálvur, at hetta als ikki er ein ynskilig støða hjá stovninum.

- Tað er ógvuliga óheppið, nú tá føroyingar standa seg so væl í endaspælinum. Vit hava sum sagt hugt uppá møguleikarnar frá byrjan.

- Eg skilji væl, at fólk í Føroyum eru frustreraði um støðuna. Men vit noyddust at hugsa um framtíðar avtalur.

Til ber at fylgja við á beinleiðis bloggi á Portalinum í kvøld, har vit hava myndir, dagføringar og annað.

Føroyar - Portugal kann stroymast her. Almenn stórskýggjatiltøk eru eisini ymsastaðni kring landið 

Dagført: 15.13

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder