Hetta vikuskiftið skulu føroysku kvinnurnar spæla tríggar HM-undankappingardystir í Sveis. Føroyar eru í bólki við Finnlandi, Litava og verttjóðini.
Dystirnir verða leiktir í Baden. Heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum skrivar, at føroyski landsliðhópurin fór úr Føroyum í gjáramorgunin.
Føroyska liðið var í Íslandi farna vikuskifti til venjingarlegu, har tevir venjingardystur vórðu leiktir móti Íslandi. Har har vunnu Føroyar fyrra dystin við átta málum, og seinni dysturin endaði við javnleiki.
Fyrsti dysturin hjá Føroyum í Baden er seinnapartin móti Finnlandi. Føroyska kvinnulandsliðið var eisini í bólki við Finnlandi til EM-undankappingina í fjør. Tá vunnu Føroyar 20-17, og tí má metast at møguleikin er góður í dag.
Sveis verður mett at vera tað sterkasta liðið í bólkinum og favorittur á heimavølli.
Dystarskrá
Fríggjadagur 30/11: Føroyar – Finnland, kl. 15.30
Leygardagur 01.12: Litava – Føroyar, kl. 15.30
Sunnudagur 02.12: Sveis – Føroyar, kl. 14.00
Allir dystirnir kunnu síggjast á heimasíðuni https://www.handballtv.ch/de
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald