- Óansæð hvat vit gjørdu, vóru Høgni Heinason og Brian Slyne ov góðir. Teir báðir, og kanska serliga Høgni Heinason, raka eitt stig sum ger, at vit ongan kjans hava.
Hetta staðfesti Hjalti Mohr Jacobsen í samrøðu við FM1 eftir stóra finaluósigurin fyri hoyvíkingum leygarkvøldið.
Hoyr eisini: Kyndilsvenjarin: Vit fingu bank
![]()
Høgni Heinason og Brian Slyne gjørdu bart í H71-bakketuni, og venjarin hjá Kyndli staðfesti ta høvuðbrýggj, sum hesir báðir góvu (Mynd: Jens Kr. Vang)
Fyrrverndi U-landsliðsvenjari hjá Høgna Heinasyni kundi ikki annað enn rósa spælaranum, sum spældi við nummar 38 i 1. hálvleiki og numamr 17 eftir steðgin vegna skrædda blusu.
Høgni Heinason skoraði tíggju mál (toppskjútti hjá H71), legði upp til nøkur afturat, vann okkurt brotskast og dansaði sum heild runt við Kyndils-verjuni.
Fleiri av málunum hjá H71-toppskjúttanum vóru ógvuliga góð - millum annað hangandi í luftini eftir gjøgnumbrot og síðani við einum øðigilum skoti, sum var ógjørligt at steðga. Høgni setti eisini nógva ferð á og vísti stórt spælskil við Tjarnir.
- Eg haldi at vit spæla ein góðan dyst frá byrjan til at enda, og at mín uppliving var góð, segði lítilatni bakspælarin við Pætur Nolsøe.
Púra uppiborið fekk Høgni Heinason heiðurin sum dagsins leikari. Ársins spælari í føroyskum manshondbólti síðsta kappingarár staðfesti seg aftur á stóra pallinum - hann vil tó ikki seta orð á, um hann fer víðari á hondbóltsleiðini skjótt ella ikki.
![]()
Høgni Heinason saman við Gunnari Mohr - og prógvinum um
Sí eisini: Rókur kann loysa allar uppgávur - hetta er eitt fantastiskt felag
--------------------------------------------------------------
Faxe Kondi Steypafinalan hjá monnum 2026
Leygardagin 22. februar við Tjarnir
Kyndil - H71 28-37 (14-20)
Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 4-7
15 min: 7-11
20 min: 8-13
25 min: 11-15
30 min: 14-20
35 min: 16-23
40 min: 20-27
45 min: 22-29
50 min: 24-32
55 min: 26-35
60 min: 28-37
Toppskjúttar:
Ovi Lützen 11 mál
Høgni Heinason 10 mál - Dagsins spælari
Bjargingar:
Kyndil:
Jan Pauli Toft Johannesen 11
Tórður Skorheim Guttesen 2
H71:
Tóraldur Kollsker 7
Micah Wardum Ragnarsson 3 (1)
Torstein Sivertsen 2
Útvísingar:
H71: 2 (1 reytt kort) - Petur Krogh
Kyndil: 3
Sí eisini: H71 endurvann steypið við knúsandi sigri á Kyndli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald