2019-09-30 21:58
Tom Jensen og Kyndil eru komin ásamt um at enda samstarvið, og er hann farin frá sum venjari í Kyndli í dag.
Hesum boðar felagið frá í kvøld.
Nýggjur høvuðsvenjari hjá Kyndli í Okkara deildini verður Høgni Klein, sum er eitt kent andlit í Kyndli. Tummas Pauli Hanusarsson, Bárður S Guttesen og Dávur Clementsen halda áfram sum ávíkavist hjálparvenjari, fysiskur venjari og liðleiðari, skrivar Kyndil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald