2018-07-09 12:05

Í hesum døgunum verður Faroes Open telvað á Giljanesi í Vágum og ein av teimum, sum stendur seg væl í kappingini, er 21 ára gamli sandavágsmaðurin Høgni Egilstoft Nielsen.
Høgni byrjaði kappingina við 2397 ratingstigum, og við tveimum sigrum hevur Høgni nú rundað 2400 ratingstig, skrivar JN.fo.
Ratingin merkir, at hann nú hevur nátt ratingsmarkinum fyri at gerast altjóða meistari. Høgni hevur tveir IM-normar frammanundan, og tí manglar hann bert ein IM-norm fyri at gerast altjóða meistari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald