Fleiri føroyingar spæla í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, og nakrir av teimum kappast um uppflyting, nú kappingin er komin væl av leið.
Í gjár spældi HØJ móti Grindsted GIF, sum undan dystinum lá tvey stig frammanfyri HØJ á 2. plássi. Ungi strandingurin, Búi Djurhuus Poulsen, hevur verið í hópinum hjá Grindsted fleiri ferðir hetta kappingarárið. 19-ára gamli bakkurin er partur av U19/U20-landsliðnum.
Føroyingarnir hjá HØJ spældu ikki so stóran leiklut í týðandi sigrinum í gjár. Rói Berg Hansen er ikki skrásettur fyri nakað mál, og málverjumakkarin hjá Paula Jacobsen, Frank Mikkelsen var lyklaspælari í 2. hálvleiki, tá heimaliðið í Ølstykke fór frá Grindsted.
Til ber at lesa meira um dystin á sn.dk
HØJ vann 29-25 og er nú á 2. plássi við 30 stigum. Trý stig eru upp til oddaliðið HC Midtylland og trý stig niður til 4. plássi, ið er tað hægsta ið ikki gevur play-off.
Bert 1. plássið í næstbestu deildini gevur beinleiðis uppflyting til bestu deildina. Tey, sum enda nummar tvey og trý, skulu spæla play-off dystir. Vinnarin har fær rættin at spæla móti liðnum, ið endar nummar 13 í bestu deildini.
Team Sydhavsøerne og Aarhus HC hava bæði 25 stig og tveir dystir færri enn tey fremstu liðini. Pauli Mittún spælir við Sydhavsøerne, og Peter Krogh og Teis Horn Rasmussen spæla við Aarhus. Pauli Mittún og liðfelagirnir vitja á Frederiksberg í annaðkvøld, har føroyingafelagið FIF tekur ímóti. HØJ spælir aftur sunnudagin - í Skjern móti Rækker Mølle.
Støðan í næstbestu deildini (Skíggjamynd: hbold.dk)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald