Hondbóltur

Holland heimsmeistari á fyrsta sinni eftir ótrúliga finalu

Tað var ferðmikið, málríkt og ógvuliga dramatiskt, tá Holland og Spania stríddust um HM-gullið í Japan. Eitt reytt kort og eitt brotskast í seinastu sekundunum avgjørdi dystin.

Polman, ið her fegnast, var stóri leikarin í finaluni við níggju málum og einari rúgvu av assistum (Mynd: EPA)

Polman, ið her fegnast, var stóri leikarin í finaluni við níggju málum og einari rúgvu av assistum (Mynd: EPA)

2019-12-15 13:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir nøkur ár við silvur- og bronsuheiðursmerkjum hevur Holland nú tryggjað sær sítt fyrsta gull. Hollendsku kvinnurnar spældu eina ógvuliga tætta finalu móti Spania, ið varð avgjørt við brotskasti.

Fyrstu minuttirnar var Spania omaná: Tað gekk skjótt og væl í álopinum, og verjan var ágangandi og syrgdi fyri, at Holland gjørdi mistøk, ið síðani vórðu revsaði. Eftir seks minuttir var 6-2, og so tók Emmanuel Mayonnade time. Síðani gekk skjótt betri hjá Hollandi, og liðini skiftust um at skora næstu fimm minuttirnar. Tað var sera málríkt fyrstu 11 minuttirnar; tá var støðan 9-6. 

Sìðani gingu 11 minuttir til, Spania skoraði aftur. Holland fekk skil á sína verju, spaniólar fingu ikki avsluttað álopini væl, og Tess Wester byrjaði at taka í málinum. Í álopsspæinum hjá Hollandi var Lois Abbingh eyðsýnd við sínum góðu skotum, Estevana Polman fekk nøkur góð mál útifrá og fann eisini sera væl viðleikararnar ígjøgnum dystin: Serliga strikuna og liðskiparan Dannick Snelder, ið eisini stóð væl í miðverjuni.

Efir at Spania aftur kom á odda, 10-9, skiftust liðini eina løtu at skora, men seinastu fýra minuttirnar av 1. hálvleiki vann Holland 4-1, og munurin í steðgdinum var júst trý mál

Spanski profilurin, Alexandria Cabral, kom buldrandi út til 2. hálvleik við tveimum góðum málum, men skjótt tók Holland yvir og eina løtu var + 5. Spania legði seg tó ikki so. Í næstan tíggju minuttir svingaði tað ímillum tvey og trý mál á muni. Hesa løtuna spældi Spania væl, og í verjustøðu varð dekkað meira álopskent - næstan í 3-2-1, har roynt varð at taka Polman úr dystinum. Hetta eydnaðist tó ikki heilt væl, tí Esbjerg-leikarin slapp sær ferð eftir ferð ígjøgnum. Hon gjørdist toppsljútti í dystinum níggju málum.

Seinastu minuttirmar nærkast Spania spakuliga, og eftir tveir tekniskar feilir hjá Hollandi var møguleikin at koma uppá javnt har. Fyrst stjórbjagaði Wester frá Cabral, men í næsta álopinum var Marta Lopez trygg. Tað var 29-29, tá Holland ikki megnaði at at skora, og Spania síðani hevði møguleikan at avgera tað. 21 sekund vóru eftir á klokkuni, men longu eftir tíggju sekund royndi Cabral seg við skoti útifrá. Tess Wester bjargaði og royndi at kasta fram skjótt. Hernandez hoppaði ímóti Wester og blokeraði kastinum og fekk reytt kort og brotskast varð givið til Holland. Seinastu 30 sekundini verur hetta dømt, um ein leikari ólóliga tekur ein upplagdan møguleika burtur. Í hesum førinum var bara ivamál um Hernandez gjørdi eitt brot, tí hon var ikki í feltinum hjá Hollandi, tá hon hoppaði. 

Abbingh var sera trygg úr sjey metrum, og toppskjúttin í HM tryggjaði Holland sítt fyrsta heimsmeistaraheitið og fyrsta gullið hjá landinum í stórar kapping. Hetta var frøin sjálvandi ómetaliga stór yvir í hollendsku leguni. Spania noyddist at taka til takar við bronsu. Russland fekk bronsuna.

Holland - Spania 30-29 (16-13)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder