Síðsta vikuskiftið vóru 31 hondbóltsgentur, føddar í 2004, frá feløgnum kring alt landið, á hondbóltsferð í Danmark. Farið varð avstað hósdag og ferðalagið kom aftur til Føroya mánadagin.
Leikarar og venjarar búðu á hondbóltsakadaminum hjá Skjern Håndbold, har venjingar og dystir eisini vóru á skránni.
Vant varð tvær ferðir um dagin, og fríggjadag og sunnudag vóru venjingardystir móti Team Esbjerg og Skanderborg.
Eftir summarfrítíðina verður hesin aldursbólkur til ein landsliðsbólk, og fyrireikingarnar fram móti European Open í Gøteborg í Svøríki, sum verður í juli 2020, byrja, skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum.
Hugsanin er at arbeiða í tveimum bólkum við áleið 20 leikarum í hvørjum, so at tað íalt verða eini 40 leikarar í bruttohópinum.
Í næstum verður kunngjørt, hvørji fólk vera í venjaratoyminum, umframt at ein venjingarætlan fyri næsta árið verður kunngjørd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald