
- Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomin til fyrsta kvinnulandsdystin við Tjarnir, tá Litava kemur á vitjan.
Soleiðis skrivar Hondbóltssamband Føroya í sambandi við, at upplýst verður um tað praktiska um kvøldsins dyst.
Tað er stórur áhugi fyri Føroyar - Litava, sum er fyrri play-off dysturin (røkkstøkkdysturin) og umleið 2.500 áskoðarar vera væntandi til dystin.
Sí eisini: Yvir 2.500 atgongumerki seld til fyrsta dystin hjá kvinnunum við Tjarnir
Dyrnar við Tjarnir lata tí upp longu klokkan 16:30 - tveir og ein hálvan tíma undan dystinum. Upphiting verður í høllini, har Jens Marni Hansen fer at spæla og verður møguleiki fyri at keypa sær okkurt at eta og drekka. Har verður sjálvandi eisini møguleiki at fáa andlitsmáling og søla verður av fjepparalutum, staðfestir HSF.
Les eisini: Upphitingin verður við Tjarnir.
Til tiltøkini við Tjarnir higartil hevur tað verið heldur trupult at fáa ferðsluna við høllina at ganga heilt smidliga.
- Royndirnar frá undanfarnu tiltøkum í høllini eru, at stórt trýst er á bæði ferðsluni og parkeringsplássunum, staðfestir HSF.
Í løtuni ber einans til at koyra til stórhøllina umvegis rundkoyringina við Eysturoyartunnilin. Roknast kann við, at nakað av ferðslu verður niðan til høllina, og tí er umráðandi, at áskoðarar møta í góðari tíð.
Hondbóltssamband Føroya heitir á fólk um at savnast fleiri í hvøjrum bili, so talið av bilum verður so lítið sum gjørligt. Tað eru fleiri enn 600 parkeringspláss uttanfyri stórhøllina, men tað er í minna lagi, tá so nógv fólk væntast at savnast til dyst
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald