Hondbóltur

Upphitingin verður við Tjarnir

Frá klokkan 17 mikudagin verður millum annað tónleikur við Jens Marna Hansen og andlitsmáling. Dysturin millum Føroyar og Litava byrjar klokkan 19.

2025-04-08 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og til EM-dystirnar í Berlin og Basel og til onkrar heimadystir hjá manslandsliðnum, skipa stórstuðlarnir hjá Hondbóltssambandinum fyri upphiting mikukvøldið.

Føroyar taka ímóti Litava í fyrra HM play-off dystinum (røkkstøkkdysti). Hetta verður fyrsti heimadysturin hjá kvinnunum við Tjarnir.

Stórur áhugi er fyri dystinum, og skjótt vórðu øll sitiplássini tikin. Umleið 2.600 atgongumerki eru farin til dystin, og harvið eru bara eitt sindur av standiplássum eftir.

Sí eisini: Yvir 2.500 atgongumerki seld til fyrsta dystin hjá kvinnunum við Tjarnir

[object Object]
Uttanfyri høllina við Tjarnir (Mynd: Jens Kr. Vang)

Áskoðarar skulu hava eina serliga uppliving, og áðrenn teir 60 minuttirnar av hondbólti verður upphiting.

Hon verður ikki í OY, sum í mars tá menninir spældu móti Niðurlondum. Fyriskipararnir hava valt at flutt hetta niðan til Tjarnir, har byrjað verður tveir tímar áðrenn dystarbyrjan.

Andlitsmáling og tónleikur er millum tað, sum er á skránni. Jens Marni Hansen fer at framføra.

[object Object]

Mynd: Føroya Banki

Sí eisini: Lagnudysturin um HM-pláss nærkast (Myndir)

Føroysku spælararnir hava víst á, at tað verður nakað heilt serligt at spæla hendan dystin. Seinni í dag venur føroyska liðið við Tjarnir.

Sí eisini: 
Maria Pálsdóttir Nólsoy: Ógvuliga spennandi við nærum útseldari høll (Video)
Pernille Brandenborg: - Eg havi eisini talt niður til hetta
Rakul Wardum: - Tað verður ótruligt at spæla við Tjarnir (Ljóð)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder