
- Nú fara vit í niðara endaspæl við tveimum stigum. Tað kann verða ógvuliga umráðandi, í mun til plaseringina har; við stigunum kunnu vit lættari enda ovast har.
Rakul Wardum var ikki serliga nøgd við sjálvan dystin í gjár, har Ringkøbing vann 38-30 á København Håndbold. Tó gjørdi í Silkeborg, at liðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum helt fast um 9. plássið í Kvindeligaen, nú grundspælið kom at enda.
Sum Rakul greiðr frá omanfyri, so setur tað Ringkøbing í best møguliga støðu í niðara endaspælinum, har fimm lið eru og man skal sleppa undan tveimum teimum niðastu plássunum fyri at sleppa undan upp- og niðurflytingardystum. Liðið, sum endar ovast, fær eisini ávísan vinning burturúr tí.
Hóast tapið í gjár og nógv mál ígjøgnum, so hevur Rakul Wardum í løtum seinastu dystirnar víst seg væl fram. 22-ára gamla havnarkvinnan varð besti málverji í bestu donsku deildini triðseinasta umfari eftir avrikið móti Odense og hevði eisini stórbjargingar í Keypmannahavn - millum annað tvær uppá brotskast frá Tabeu Schmid.
- Tað gevur sjálvsálit at standa væl, og tað altíð deilgt at koma heim á tann hátt. Nú síggja vit eisini, at Pernille er í toppformi, so taka vit við, staðfesti Rakul smílandi, tá Portalurin hitti hana í Keypmannhavan í gjár.
Pernille Brandenborg skoraði átta mál uppá níggju skot móti Rakul Wardum og teimum, og varð føroyski landsliðskiparin kostin dagsins spælari eftir avrikið.
Les eisini: Føroyingafeløg sluppu undan niðurflyting - fleiri í góðari støðu undan endaspælinum
Gleðist vegna Anniku - gleðir seg at spæla landsdyst við Tjarnir
Í dag gekk leiðin hjá Rakul Wardum, Pernille Brandenborg og hinum landsliðsútisetunum til Føroyar. Liðið savnast í kvøld fyri at fyrireika seg til teir báðar HM play-off dystirnar móti Litava í næsta mánaða. Samanlagdi vinnarin fer víðari til HM-endaspælið í vetur.
Hesaferð verður Silja Arngrímsdóttir Müller samstarvsfelagi hjá Rakul og ikki Annika Fríðheim Petersen, sum vanligt annars hevur verið seinastu árini. Hetta tí at Annika er við barn.
- Tað er ógvuliga gleðiligt hjá Anniku, og vit gleða okkum at heilsa uppá lítla barnið, tá tað kemur. Nú verður tað spennandi saman við Silju. Vit hava ikki spælt so nógv saman, og eg vænti, at tað fer at ganga ógvuliga væl.
Annika Fríðheim Petersen og Rakul Wardum plga at samstarva - hesaferð verður øðrvísi (Mynd: EHF)
Nakað annað øðrvísi er, at Føroyar ikki skulu spæla á Hálsi men við Tjarnir. Tað verður fyrsti heimadystur hjá kvinnunum í nýggju stórhøllini í Hoyvík, og yvir 2.500 pláss eru farin til dystin.
- Tað verður ótrúligt. Eg gleði meg ógvuliga nógv, og tað veit eg, at allar genturnar eisini gera. Vit hava sæð menninar spælt har, og tað var ógvuliga góður stemningur - tað verður ógvuliga gott, staðfestir Rakul Wardum, sum næstu dagarnar millum annað skal fyrireika seg uppá nakrar stórar skjúttar hjá Litava.
Hoyr samrøðu við Rakul Wardum ovast við at trýsta á pílin.
Sí eisini: Skulu spæla um HM-pláss uttan nakrar týðandi spælarar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald