Hondbóltur

Hondbóltsskúli við føroyskum hondbóltsstjørnum verið um vikusskiftið

H71 hevur um vikusskiftið skipað fyri hondbóltsskúla fyri børnum kring alt landið.

2023-12-30 18:47 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Árligi hondbóltsskúlin, sum H71 á hvørjum ári skipar fyri, hevur verið í vikusskiftinum, í døgunum 28 og 29 desember. Aftur í ár var tiltakið avbera væl eydnað.

Hondbóltskúlin er fyri hondbóltsáhugaði børn kring alt landið, í aldrinum 9-14 ár.

Á hondbóltsskúlanum hava børnini havt møguleika at menna seg saman við føroyskum hondbóltsstjørnum. Venjarar á hondbóltsskúlanum í ár vóru m.a. Hákun West av Teigum, Elias á Skipagøtu, Annika Fríðheim Petersen og Pauli Jacobsen. Hetta eru nakrar av hondbóltsfyrimyndunum hjá fleiri av børnunum.  

Í ár luttóku útvið 150 børn, og tískil var neyðugt at gera brúk av fleiri av hallunum í Tórshavnar kommunu. Børnini hava bæði vant í Hoyvíkshøllini, Høllini á Hálsi, Gundadalshøllini, Fimi og í høllini á Løgmannabreyt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder