Hondbóltur

Hondbóltsskúlin hjá Jóhan á Plógv Hansen útseldur

Eftir fáum tímum høvdu 168 ungir hondbóltsleikarar teknað seg til hondbóltsskúlan hjá heimsmeistaranum í Føroyum.

2019-03-02 09:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár kunngjørdi føroyski høgri vongurin hjá Bjerringbro-Silkeborg og danski landliðsvongurin, at hann kemur til Føroya í seinnu hálvu í juni fyri at hava ein hondbóltsskúla. Og tað tað er ikki ein og hvør, ið kemur við føroyska úrmælinginum at læra frá sær. Soleiðis stendur m.a. at lesa á heimasíðuni jphcamp.fo:

 - Føroyski hondbóltsleikarin, Jóhan á Plógv Hansen fer hin 22.-23. juni at hava ein hondbóltskúla í Høllini á Hálsi fyri U10 – U12, og fyri U14 – U16. Saman við Jóhan kemur danska hondbóltslegendan, Michael V. Knudsen, eisini at standa fyri venjingini á hondbóltsskúlanum.

- Tað verða tveir dagar við nógvari venjing, fyrilestrum, kappingum osv.

- Venjingarnar fara at leggja dent á menning av førleikum hjá einstaku leikarunum, og vilja í stóran mun fylgja tí venjingarleisti sum er vanligur í Danmark og øðrum londum.

Hetta var helst eitt ógvuliga tillokkandi tilboð fyri mong, og longu í gjárkvøldið var fultteknað. Pláss var fyri 84 leikarum í hvørjum aldursbólki - 168 tilsamans. Um farið verður inn á heimasíðuna, kann beinanvegin síggjast, at tað er útselt. 

Liðfelagirnir úr Bjerringbro-Silkeborg skulu sostatt venja og undirvísa nógvar spentar hondbóltsleikarar í Føroyum. Teirra komandi uppgáva er seinni dysturin ímóti Wisla Plock í Champions League. Hann verður í morgin í Silkeborg. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder