Hondbóltur

Hondbóltur: HM fyri kvinnur er byrjað

Sponsku vertirnir vunnu byrjanardystin trygt. Danmark spælir fyrsta dystin í kvøld. Noreg og Svøríki í morgin.

2021-12-02 09:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú verður aftur – eins og tað plagar – møguleiki at fylgja altjóða kvinnuhondbólti á sjónvarpsskíggjanum.

Í gjár byrjaði HM-kappingin fyri kvinnur í hondbólti. Í ár fer kappingin fram í Spania, og byrjanardysturin í gjárkvøldið var millum Spania og Argentina. Spania vann trygt, 29-13.

Sjey dystir verða spældir í dag. Teirra millum dysturin millum Danmark og Tunesia, sum byrjar klokkan 19.30 í kvøld, og kann síggjast á donskum TV2.

Donsku kvinnurnar eru í bólki F saman við Tunesia, Suðurkorea og Kongo.

Noreg er í bólki C saman við Iran, Kasakstan og Rumenia. Norsku kvinnurnar spæla sín fyrsta dyst í morgin móti Kasakstan.

Eisini svensku kvinnurnar spæla sín fyrsta dyst í morgin. Hann verður móti Usbekistan. Svøríki er í bólki D, har hini bæði liðini eru Niðurlond og Puerto Riko.

32 lond eru við í HM-kappingini. Tey eru býtt í átta bólkar í innleiðandi umfarinum. Trý tey fremstu liðini í hvørjum bólki fara víðari í miðumfarið.

HM-finalan verður 19. desember. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder