Hondbóltur

Hondbólturin byrjar aftur í dag

Hetta vikuskiftið byrja SMS- og Burndeildin aftur – Fyrsti dystur, ið er millum kvinnurnar hjá H71 og EB, verður leiktur í Hoyvík kl. 18 – Sunnudagin verða fimm dystir á skránni.

Í kvøld hittast kvinnurnar hjá H71 og EB í Hoyvíkshøllini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í kvøld hittast kvinnurnar hjá H71 og EB í Hoyvíkshøllini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-11 16:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið verða fyrstu dystirnir í SMS- og Burn-deildini hetta kappingarárið.

Í dag og í morgin verður fult leikumfar á skránni.

Byrjað verður í kvøld klokkan 18, tá kvinnurnar hjá H71 og EB møtast í Hoyvíkshøllini. Hetta verður fyrsti dystur hjá EB aftur í bestu deildini, og hann verður móti steypavinnarunum.

Í morgin verða heilir fimm dystir á skránni. Tveir kvinnudystir og tríggir mansdystir.

í SMS-deildini hitta STÍF, ið gjørdust Føroyameistarar í vár, Kyndil í Ítróttahøllini á Skála klokkan 14, og Stjørnan og VB hittast í KÍ-Høllini klokkan 15.

Í Burn-deildini hittast STÍF og Kyndil í Ítróttahøllini á Skála, í Ítróttahøllini í Kollafirði hitta KÍF føroyameistararnar úr VÍF, og í Høllini á Hálsi hittast Neistin og Team Klaksvík. Allir dystirnir byrja klokkan 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder