Fótbóltur

Hópurin móti Andorra og Grikkalandi úttikin

31. mai og 4. juni skal A-landsliðið hjá kvinnum hitta ávikavist Andorra og Grikkaland á Tórsvølli, og Signe Pries Andersen, venjari hevur úttikið 20 leikarar til dystirnar.

Mynd: Jakoba Svensdóttir/FSF)

Mynd: Jakoba Svensdóttir/FSF)

2024-05-16 16:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Signe Pries Andersen, venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, hevur sent boð eftir 20 leikarum til EM-undankappingardystirnar móti Andorra og Grikkalandi, sum vera á Tórsvølli 31. mai og 4. juni.

Dysturin móti Andorra verður spældur 31. mai, og 4. juni verður spælt móti Grikkalandi. Báðir dystirnir byrja klokkan 16.45, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Í undankappingini til EM 2025 eru Føroyar í bólki C3, saman við Montenegro, Grikkalandi og Andorra. Eftir tvey umfør, sum vórðu spæld í mars, eru Montenegro og Grikkaland fremst í bólkinum við 6 stigum í part, meðan Føroyar og Andorra hava fyrstu stigini til góðar.

Hópurin, sum er úttikin, er:

Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Rebekka F. Benbakoura, GPO (Grikkaland)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Sunniva Willemoes, HB Tórshavn
Fridrikka Clementsen, HB Tórshavn
Durita Hummeland, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tórunn H. Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Julia Naomi Mortensen, NSÍ Runavík
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Lea Lisberg, Víkingur
Eyðgerð Mikkelsen, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder