– Hóast vit lítið og einki vita um mótstøðuna, so taka vit hesa uppgávuna í størsta álvara, og ætla okkum sjálvandi at vinna. Men dysturin verður eisini brúktur sum partur av fyrireikingunum til EM, sum verður í mars, og tí er upplagt at royna okkurt av tí, sum vit hava lagt dent á í venjingunum.
Tað sigur Fróði Benjaminsen, venjari hjá U19 landsliðnum við dreingjum, undan venjingardystinum móti Sámalandi, sum verður á Tórsvølli hósdagin 29. januar klokkan 17.
Umframt at spæla ímóti føroyska U19 landsliðnum, skulu sámisku dreingirnir eisini møta U18 liðnum hjá HB. Tann dysturin verður leygardagin 31. januar klokkan 15.
Sámar koma eisini hendan vegin við einum gentuliði, sum skal spæla tveir venjingardystir móti føroyska U19 landsliðnum. Tann fyrri verður hósdagin 29. januar klokkan 15, meðan seinni dysturin verður leygardagin 31. januar klokkan 13.
Teir 18, ið Fróði Benjaminsen hevur boðsent, eru hesir:
Tróndur Sjúrðarson, HB
Markus Johansen, 07 Vestur
Jóel Tróndargjógv, NSÍ
Benadiktus Olsen, NSÍ
Markus Danielsen, NSÍ
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Jóhan K. Jansson, Víkingur
Jens Eiler Samsson, Víkingur
Kristian Jacobsen, Víkingur
Silas B. Joensen, HB
Jógvan í Lon, HB
Jógvan í Skála, HB
Høgni á Steig, KÍ
Djóni Sivertsen, B36
Heini Sólheim Guttesen, B36
Jónas Samuelsen, B68
Páll Johannesen, FC Suðuroy
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, TB
Í EM undankappingini, sum verður í Niðurlondum frá 25. til 31. mars, eru Føroyar í bólki við Niðurlondum, Norðurmakedónia og Moldova.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald