Fótbóltur

Hópurin til EM í Niðurlondum úttikin

U19-landsliðið við dreingjum luttekur í EM-undankapping í Niðurlondum frá 25. til 31. mars.

Fróði Benjaminsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Fróði Benjaminsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2026-03-17 08:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norðurmakedónia, Moldova og Niðurlond vera mótstøðulondini, tá føroyska U19-landsliðið við dreingjum seinni í mánaðinum luttekur í EM-undankapping í Niðurlondum.

Fróði Benjaminsen, venjari hjá U19-dreingjunum, hevur nú kunngjørt hópin til kappingina, sum verður spæld frá 25. til 31. mars.

Føroyar spæla fyrsta dystin móti Norðurmakedónia 25. mars. 28. mars er mótstøðuliðið Moldova, og 31. mars spæla Føroyar móti Niðurlondum.

– Niðurlond eru favorittar, men vit trúgva fult og fast uppá, at vit kunnu geva teimum og hinum londunum ein skarpan gang. Vit skulu fyrst og fremst avrika so væl sum tilber, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Málið er sjálvandi at vit spæla okkum víðari, sigur Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá FSF.

18 leikarar eru úttiknir. Teir eru:

Rasmus Helgason, 07 Vestur
Ørvur Isfeld, AB
Djóni Sivertsen, B36
Heini Sólheim Guttesen, B36
Jónas Rúnason Samuelsen, B68
Markus Johansen, FC Hoyvík
Eyðtór Eysteinsson Joensen, FC Suðuroy
Jógvan í Lon, HB
Jógvan í Skála, HB
Jónas Gaard, HB
Silas Bjarnason Joensen, HB
Tróndur Sjúrðarson, HB
Páll Müller, KÍ
Ezra Lukama, KÍ
Benadiktus Olsen, NSÍ
Jens Eiler Samsson. Víkingur
Kristian Jacobsen, Víkingur
Dánial Tuy Mørkøre, Vejle BK (Danmark)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder