Fótbóltur

Hørður er á veg til danska AB

Landsliðsmiðverjin hevur allarhelst spælt sín síðsta dyst fyri HB fyrbils. Eftir ætlan verður hann kunngjørdur í Gladsaxe skjótt - AB spælir í triðbestu donsku deildini.

Hørður Askham fyllir 29 ár í heyst. Nú fer miðverjin, við mongu royndunum úr føroyskum fótbólti, fyri fyrstu ferð at royna seg sum fótbóltsspælara uttanfyri landoddarnar (Mynd: Sverri Egholm)

Hørður Askham fyllir 29 ár í heyst. Nú fer miðverjin, við mongu royndunum úr føroyskum fótbólti, fyri fyrstu ferð at royna seg sum fótbóltsspælara uttanfyri landoddarnar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-23 17:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hørður Askham spældi hóskvøldið fullan dyst fyri HB í Conference League í Derry. Eftir dystin fór miðverjin til Týsklands, har Akademisk Boldklub er á venjingarlegu.

Í gjár spældi danska AB spælt venjingardyst móti liði úr lægri týskari deild, og sum skilst skal Hørður Askham vera fastur partur av hópinum í Gladsaxe, ið er nakað norðanfyri Keypmannahavn, næsta kappingarár.

28-ára gamli verjuspælarin var partur av landsliðshópinum seinast. Hann ger, sambært upplýsingunum hjá Portalinum, heilt skjótt sáttmála við AB. Talan er um eitt siðbundið danskt felag, sum ofta og leingi hevur verið í bestu deildini, men sum seinnu árini hevur verið í næst- og triðbestu deildini.

Liðið spælir í løtuni í triðbestu donsku deildini og hevur ætlanir um at flyta upp hetta kappingarárið. Tað síðsta skal líka koma uppá pláss í mun til avtaluna við føroyingin - Hørður skal eisini til Danmarkar í lestrarørindum.

Hørður Askham kom fyri seg eftir skaða í mai og hevur seinastu vikurnar spælt fast í miðverjuni hjá HB. Hann er fyri tað mesta uppvaksin í felagnum, men hevur eisini spælt nógv ár í B36, umframt tvey í KÍ og eitt hálvt ár sum leigusveinur í 07 Vestur. Hørður hevur ongantíð áður spælt fótbólt til dagliga uttanfyri landoddarnar.

Sterki miðverjin er skrásettur fyri 231 dystir í Betrideildini og 11 A-landsdystir. Hann hevur vunnið FM fýra ferðir - tríggjar ferðir við B36 og einaferð við HB - umframt kappingina um Løgmanssteypið við HB í 2019 og 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder