Fótbóltur

Hørður skal sita úti í umleið eitt hálvt ár

30-ára gamli landsliðsmiðverjin varð mánadagin skurðviðgjørdur í knænum.

Hørður Askham fekk skaða í meniskin, tá hann var í landsliðsørindum í Føroyum fyrr í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)

Hørður Askham fekk skaða í meniskin, tá hann var í landsliðsørindum í Føroyum fyrr í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-29 13:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er næstan ófatiligt, at enn ein langtíðarskaði hevur rakt okkara hóp. Hørður hevur, síðani hann kom til Roskilde, verið ein av grundarsteinunum í okkara verju, og hevur hann givið okkum góðsku og nógvar royndir. Tí eru vit kedd hansara vegna og kedd av, at skulu vera hann fyri uttan í longri tíð. Vit iðra okkum, og tað er úti av okkara hondum, at hann fær ein skaða undir landsliðsvenjing. 

Hetta sigur ítróttarstjórin í Roskilde, Anders Theil, í sambandi við, at Hørður Askham í gjár varð skurðviðgjørdur í Keypmannahavn.

Liðið í næstbestu donsku deildini keypti seint í summar føroying leysan úr AB (Akademisk Boldklub), og gjørdist Hørður skjótt fastur maður. 

Nú fekk miðverjin so ein meniskskaða. Hetta var til landsliðsvenjing í Føroyum fyrr í ár, har hann brádliga, uttan nøkur kontakt var, merkti okkurt í knæðnum - tí sama knænum har havnarmaðurin áður hevur slitið krossbandið.

Hørður Askham sigur sjálvur við síðuna hjá Roskilde, at hetta hevur verið ein hørð og frustrerandi tíð við nógvari óvissu. Hann iðrar seg sjálvandi um, at man ikki fær møguleika at hjálpa liðnum.

Fyri Portalinum váttar Hørður, at tað kann ganga eitt hálvt ár, til hann fær spælt aftur. Harvið er tað umleið apríl-mai 2025 eftir tíðarmetingini.

Læknarnir tóku av meidda meniskinum og seymaðu aftur. 

30-ára gamli havnarmaðurin hevur spælt í donskum fótbólti síðani á sumri í fjør. Hørður Askham hevur spælt 17 A-landsdystir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder