- Eg skal skurðviðgerast mánadagin, so fái eg at síggja. Beint nú er tað eitt sindur óvist, hvat teir fara at gera.
Hetta sigur Hørður Askham við Portalin. Roskilde FC í næstbestu deildini keypti 30-ára gamla landsliðsmiðverjan í august, men havnarmaðurin fær tíverri ongan leiklut har fyrr enn í seinnu hálvu aftur. Hørður verður heldur ikki tøkur til landsdystirnar í november.
Hørður Askham greiðir frá, at talan er um meniskskaða. Hetta er sama knæ, har hann sleit krossbandið í einum nærdysti fyri fimm árum síðani.
Tað var í landsdysti á Tórsvølli. Í hesum førum var tað til landsliðsvenjing á Tórsvølli, at verjuspælarin merkti eitt "klikk".
Hørður kundi harvið ikki spæla í landsdystunum herfyri og hevur síðani verið til kanning
Tá vit tosaðu við hann, var tað ikki heilt greitt, um læknarnir fara inn at taka av meniskinum, ella um hann verður seymur.
- Um tað er tað fyrra, so spæli eg ikki fótbólt næstu tríggjar mánaðirnar. Um tað verður seyma saman, so skal eg sita uttanfyri í eitt hálvt ár, sigur Hørður Askham.
Skurðviðgerðin verður í Keypmannahavn í morgin, mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald