Fótbóltur

Hørður tryggjaði AB stig við sínum fyrsta máli

Verjuspælarin prikaði bóltin í málið í 95. minutti, tá Akedemisk Boldklub spældi 4. umfari í gjárkvøldið.

Hørður Askham javnaði til 2-2 á Frederiksberg í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Hørður Askham javnaði til 2-2 á Frederiksberg í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-26 18:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri beint yvir einum mánaða síðani skifti Hørður Askham úr HB til danska AB. 28-ára gamli miðverjin hevur higartil spælt og byrjaði inni í trimum av fýra dystum hjá Akademisk Boldkblub - síðsta vikuskifti var havnarmaðurin ikki tøkur.

Í gjár bjargaði hann AB eitt stig á útivølli móti FA 2000 í 4. umfari í 2. Division. AB legði seg á odda longu í 7. minutti, men í 67. og 75. minutti skoraði heimaliðið, og so var 2-1.

Síðani varð eitt stórt trýst lagt á málið hjá FA, og í yvirtíðini kundu teir í grønum og hvítum fegnast á leikvøllinum á Frederiksberg. Eftir hornaspark kom bólturin útfrá aftur og síðani inn í FA-brotsteigin aftur. Har stútaði AB-spælari bóltin víðari, og beint uttanfyri málteigin kastaði Hørður Askham seg fram og prikaði bóltin framvið málverjanum, ið kastaði seg fram móti bóltinum. 

Fyrsta málið hjá Hørði í donskum fótbólti. Við 2-2 javnleikinum er AB á 6. plássið av teimum tólv liðunum í triðbestu donsku deildini og hevur seks stig fyri fýra dystir.

Hørður og hinir ósigraðu taka um eina viku móti oddaliðnum Esbjerg í Gladsaxe.

Føroyski miðverjin hevur spælt 11 A-landsdystir og varð boðsendur sum avloysari til seinastu landsdystirnar - mánadagin tekur Håkan Ericson út landsliðið til EM-undankappingardystirnar móti Póllandi og Moldova (7. og 10. september)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder