
Føroyska u-20 landsliðið í hondbólti hevur seinastu tíðina spælt EM-kapping í Makedonia, og tað hevur gingið heilt væl hjá liðnum sum endaði nummar fýra av 11 londum. Føroyska liðið spældi seg í hálvfinaluna, har teir máttu lúta fyri verstjóðini Makedonia. Í dystinum um bronsuna tapti Føroyar ímóti Sveis, og sostatt gjørdist liðið nummar 4.
Men at føroysku honbóltspælarinir veruliga hava gjørt um seg sást aftur í, at Hørður Trygvason varð kosin besti málmaður í kappingini.
Hørður hevur seinastu árini spælt við Flensburg-Handewitt í Týsklandi men sum skilst skal hann næsta ár royna seg í barndómsfelagnum H71.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald