Nýggja leikarakeypið hjá Cardiff City í enska Premier League er horvin. Emiliano Sala var á veg til Wales, tá lítla flogfarið hann var í hvarv.
Nú fortelur pápi Sala, at leikarin sendi boð til vinir og familju, meðan hann var í luftini, um at har vóru trupulleikar við flogfarinum.
- Vit eru umborð á flogfarinum, og tað er sum um at tað skjótt dettur niður. Um tit ikki hava hoyrt frá mær innan hálvan annan tíma, veit eg ikki um nakar verður sendur at leita eftir mær. Eg veit ikki um tað yvirhøvur er gjørligt. Åh Gud, eg eri so bangin, segði Sala í boðunum.
Í gjár váttaðu fronsku myndugleikarnir, at Sala var á veg úr Nantes í Fraklandi til Cardiff í Wales í einum lítlum flogfari. Flogfarið hvarv av radaranum áleið 20 kilometrar frá Guernsey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald