Eftir niðurflyting úr 1. deild í 2021 og miseydnaða roynd at flyta upp í 2022 í bragdaði hjá FC Suðuroy í ár. Liðið vann 2. deild uttan at tapa nakran dyst, og tað var undir leiðslu av Pól Thorsteinssyni.
Fyrrverandi landsliðsspælarin hevur havt sítt fyrsta ár sum høvuðsvenjari í einari vaksnamannadeild, og nú hevur hann skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við FC Suðuroy. Hesum boðaði felagið frá í gjárkvøldið.
- Pól Thorsteinsson tvey ár afturat. Eftir eitt væleydnað kappingarár, eru vit fegin um at kunngera, at nýggjur 2-ára sáttmáli í kvøld er gjørdur við okkara venjara Pól Thorsteinsson. Fyrireikingarnar til komandi ár eru væl ávegis, og fleiri tíðindir koma í næstum.
50-ára gamli vágbingurin skal nú íhvussu er royna at vinna felagnum støðufesti í 1. deild. Í hópinum verða helst framhaldandi nakrir ungir og spennandi lokalir spælarar - ár skoraði 20-ára gamli Fríði Holm 28 av teimum 94 málunum, sum FC Suðuroy skoraði í 18 dystum.
Í fjør vóru tveir ungir afrikanskir spælarar í hópinum hjá FC Suðuroy. Jimmy Abdul og Emmanuel Andorful fingu nakrar dystir í seinnu hálvu í 2022, og í 2023 vóru teir profilar: Abdul sum ógvuliga stinnur miðverji, ið eisini skoraði seks mál. Andorful er kvikur vongur/miðvallari, sum bjóðar nógv av. Í 2023 skoraði hann níggju mál.
Teir eru úr ávikavist Nigeria og Ghana, og FC Suðuroy hevur eisini longt við teir.
Mynd: FC Suðuroy
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald