Fótbóltur

Høvuðsvenjarin hevði týdningarmiklari síðulinju í dag

B36 venjarin Dan Brimsvík og unnustan Lena gjørdust foreldur fáar tímar undan dystarbyrjan. Tí vóru teir hvítu uttan høvuðsvenjara á síðulinjuni móti AB í dag.

Dan Brimsvík saman við børnunum (Mynd: B36)

Dan Brimsvík saman við børnunum (Mynd: B36)

2023-05-29 22:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fáar tímar undan dystarbyrjan gjørdust Dan Brimsvík og unnustan Lena foreldur fyri triðju ferð. Tey fingu eina deiliga gentu í verðina meðan hópurin hjá B36 fór undir fyrireikingarnar til dagsins dyst í Gundadali.

- Fótbóltur kann til tíðir kennast sum tað týdningarmesta sum er til, men einki er størri enn børnini og løtan tá barnið kemur í heimin Og soleiðis bleiv hjá Dan og Lenu í dag. Tey vistu longu í gjárskvøldi, at Dan fór at standa undir liðuni hjá Lenu á føðideildini heldur enn við síðulinjuna hjá leikarunum á ovara vølli, skrivar B36 á sínari Facebooksíðu.

Dóttirin varð fødd í øllum góðum, og eg fekk stundir at síggja dystin á telduni, skrivar Dan í einum boðum til B36.

- Sjálvt um náttin á føðideldini gjørdist drúgv, so vóru hasir 90 minuttirnir við telduna serliga harðir, sigur hann við einum smíli.

Hann leggur afturat, at pulsurin framvegis ikki er komin niður, men at hetta lítla barnið er púrasta perfekt.

AB gav B36 ein skarpan gang í 11. umfari í Betrideildini í dag og leingi stóð á jøvnum 1-1. B36 vann tó 2-1.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder