Søga varð skrivað í Høllini á Hálsi í kvøld. H71 spældi sín fyrsta dyst í evropeiskari kapping nakrantíð. Besta manslið felagsins hevur vunnið FM trý ár á rað, og nú hevði felagið tikið stig til næstu avbjóðingina. EHF Challenge Cup er triðsterkasta evropeiska kappingin fyri lið, og har er H71 millum tey 34 liðini, sum í løtuni stríðast at koma til 3. umfar. H71 hevði trekt RK Maribor Branik, sum endaði nummar fýra í Slovenia í fjør, og sum er mett sum eitt av heilt sterku liðunum í kappingini. H71 hevur tó tann fyrimunin, at báðir dystirnar hetta vikuskifti eru í Føroyum – hetta hevði H71 avtalað við slovenska felagið, og liðini deila ferða- og gistingarútreiðslur. Hoyvíkshøllin er tó ikki góðkend til kappingina, so heimavøllurin er í Stórhøllini á Hálsi, har nógv fólk vóru møtt upp í kvøld.
Stórur spenningur og nógv gjørt burtur úr í Høllini á Hálsi í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Hjá H71 var Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki tøkur. Hilmar Leon Jakobsen spældi fyri fyrstu ferð í ár; vinstri bakkurin er tó ikki førur fyri at spæla meira enn áleið tíggju minuttir hvønn hálvleik.
Hilmar Leon spældi ein leiklut í kvøld og fekk eitt mál (Mynd: Sverri Egholm)
Tann størsta partin av 1. hálvleiki var ógvuliga málfátækt. Maribor legði betri frá landi, men H71 fylgdi tó væl við allan vegin. Bæði liðini gjørdu nógvar tekniskar villur, og serliga H71 brendi nógvar upplagdar málmøguleikar. Tað jaliga var, at slovenar ikki komu til so nógv frí skot, tí verjan hjá H71 eydnaðist sera væl. Serliga Petur Krogh spældi frálíka væl í miðverjuni saman við Pæturi Mikkjalssyni. Hóast hesir brendu ov nógv í álopspartinum, so høvdu teir í sera nógvum førum fult tamarhald á slovenunum mitt fyri og skoraðu eisini góð mál í hinum endanum. 17-ára gamli Pauli Mittún var eitt frískligt íkast, og hann var ikki bangin fyri at bjóða av og fann sera væl Pætur á strikuni í fleiri førum. H71 var ongantíð á odda í fyrra hálvleiki, ið sum heild var javnur, og tað sást, at hetta bar væl til.
Pætur Mikkjalsson hevði í summum førum trupult við at fáa bóltin framvið slovensku málverjunum, men skoraði fimm ál og spældi samanlagt ein heilt góðan dyst á sínum gamla heimavølli (Mynd: Sverri Egholm)
Hvat er sagt í teimum báðum skiftingarrúminum í steðginum, kann ein bert spáa um, men tað var eyðsæð, at tað vóru tvey heilt ymisk lið, ið komu út til 2. hálvleik. H71 spældi frálíkan hondbólt 14 teir fyrstu minuttirnar fyrru hálvu av 2. hálvleiki. Álopsspælið var ágangandi og einki varð brent – hoyvíkingar skoraðu eisini frá øllum plássum og ymiskar hættir, men kanska serliga Krogh og Vilhelm Poulsen vóru eyðsýndir hesa løtuna við frálíkum skotum. Sjálvsálitið var høgt, og hóast útiliðið royndi seg við ymiskum, so riggaði so at siga einki – serliga fyrstu tíggju minuttirnar. Teknisku villurnar vóru nógvar í tali, verjan hjá H71 hekk framvegis sera væl saman, og Ari Dam hevði fleiri bjargingar í málinum.
Myndir: H71 - RK Maribor Branik
H71 var á “odda í 2 hálvleiki” 11-4, tá tað fullkomiliga vendi. Eftir seinna time-outi hjá Maribor fór leiðslan hjá hoyvíkingum frá 23-16 til 23-21 uppá stórar tíggju minuttir. H71 fekk bara ikki bóltin framvið innskifta slovenska málverjanum, og hetta stóð á í yvir tíggju minuttir. Tá høvdu slovenar møguleika at minka meira, men Hørður Trygvason bjargaði brotskasti, og toppskjúttin Peter Krogh økt til 24-22 til í næsta álopinum.
Peter krogh spældi ein stóran leiklut í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Hóast Maribor fekk minkaði niður í eitt mál, kom søguligi sigurin í hús hjá H71. Hetta var til stóra frøi mongu og larmandi H71-viðhaldsfólkunum í Høllini á Hálsi. Frálíka løtan eftir steðgin tryggjaði sigurin, men samlaði munurin í kvøld kundi og burdi helst verið størri. Av tí at tað skal avgerast yvir tveir dystir, kann hetta fáa ávirkan, men H71 hevur avgjørt víst, at liðið kann vera við á hesum støðinum, og grundarlagið undir víðari luttøku er lagt. Sunnukvøldið klokkan 19 hittast H71 og RK Maribor Branik aftur í Høllini á Hálsi, og lagt er upp til sera spennandi dyst.
(Mynd: Sverri Egholm)
EHF Challenge Cup, 2. umfar
Høllin á Hálsi, 11. oktober
H71 – RK Maribor Branik 25-24 (11-12)
Liðið hjá H71 frá byrjan: Ári Egason Dam – Hans Kári Hansen, Vilhelm Poulsen, Peter Krogh, Pætur Mikkjalson, Rúni Vest Højgaard, Leivur Mortensen
17-ára gamli Pauli Mittún kom tíðliga inn og spældi so at siga restina av dystinum. Hilmar Leon Jakobsen spældi eina løtu í báðum hálvleikunum. Pætur Thomsen var eisini inni á høgra vongi.
Útvísingar: Rúni Vest Højgaard
Málskjúttar hjá H71:
Peter Krogh 6
Vilhelm Poulsen 5
Pætur Mikkjalsson 5
Leivur Mortensen 3
Pauli Mittún 2
Hans Kári Hansen 1
Hilmar Leon Jakobsen 1
Rúni Vest Højgaard 1
Pætur Thomsen 1
Bjargingar:
Ári Dam 10 (1)
Hørður Trygvason 2 (1)
Dystargongdin:
5.min: 1-2
10 min: 2-4
15 min: 5-5
20 min: 6-7
25 min: 8-8
35 min: 14-13
40 min: 18-14
45 min: 22-16
50 min: 23-19
55 min: 23-21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald