Fult umfar var í Bestu mansdeildini í hondbólti í kvøld, tá tríggir dystir vóru leiktir. Hoyvíkingar vunnu aftur í kvøld, og hava framvegis fult stigatal.
Í ítróttarhøllini á Skála tók StÍF ímóti Neistanum. Hóast gestirnir vóru frammanfyri 13-14 í hálvleikinum, so var tað heimaliðið, ið vann 28-25.
Í Hoyvíkshøllini tók iddaliðið H71 ímóti Kyndli. Har vunnu hoyvíkingar 28-23, eftir hálvleiksstøðuna 11-10.
Í ítróttarhøllini í Kollafirði vann KÍF 28-26 á VÍF, eftir at gestirnir vóru á odda 13-14 í hálvleikinum.
Úrslitini í Okkara deildini 28.09.19.
STÍF – Neistin 28-25
Toppskjúttar:
Pætur Johansen 10
Tróndur Mikkelsen og Rasmus Sæby 7
H71 – Kyndi 28-23
Toppskjúttar:
Leivur Mortensen 7
KÍF – VÍF 28-26
Toppskjúttar:
Niclas Selvig og Sjúrður Olsen 8
Filip Jojic 7
Støðan í Okkara deilidini
H71 8 stig (4 dystir)
STÍF 6 stig (4 dystir)
KÍF 5 stig (3 dystir)
Neistin 3 stig (4 dystir)
VÍF 2 stig (3 dystir)
Kyndil 0 stig (3 dystir)
Team Klaksvík 0 stig (3 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald