H71-kvinnurnar eru nú í triðja umfari í EHF European Cup, og tær síggja avgjørt út til at hava ein góðan møguleika at koma í fjórðingsfinalurnar.
Nú helmingurin av fyrra dystinum, ið er í Serbia og er tann fyrsti veruliga útidysturin hjá H71 í kappingini, er av, er liðið hjá Inga Olsen og Mark Lausen-Marcher á odda við fýra málum og hevur verið á odda allan dystin.
Tað er serliga takkað verið álopsspælinum hjá hoyvíkskvinnum, ið hevur eydnast frálíka væl. H71 hevur spælt skjótt, klókt og effektivt, og serbiska verjan hevur sjálvdan forða føroyska liðnum at koma til til góð skot.
Serliga Maria Halsdóttir hevur verið flúgvandi við góðum undirhonsskotum, gjøgnumbrotum og fríspælingum, umframt ísakøldum brotskøstum. Jana Mittún hevur spælt framúr væl seinnu hálvu av hálvleikinum og 18-ára gamli bakspælarin hevur skorað fimm mál. Brynhild Pálsdóttir hevur verið ógvuliga trygg av høgra vongi, har Lív Zachariassen nakrar ferðir hevur spælt hana fría. Lív hevur eisini havt eini fimm góð gjøgnumbrot og hevur í fleiri verjustøðum verið stinn saman við tvíburasystrini Vár.
Júst tað at H71 hevur fangað nakrar bóltar, ið Nis hevur sløsað burtur, hevur givið nøkur kontramál, ið hava sæð løtt út, tí tey eru væl gjøgnumførd. Tað tykist at fara verða talan um eitt gott útgantsstøði til seinna dystin, ið verður í Føroyum leygardagin, um útiliðið megnar at halda fast í gongdini.
Fyrra áttandapartsfinala í EHF European Cup
Nis, Serbia - 09.01
Naisa Nis - H71 (18-22)
Málskjúttar hjá H71
Maria Halsdóttir Weyhe 8 (2)
Jana Mittún 5
Brynhild Pálsdóttir 4
Lív Zachariassen 4
Sara Jacobsen 1
Bjargingar:
Rúna Larsen 5
Alda av Skarði 1
Útvísingar: 2
Dystargongdin:
5.min: 2-3
10 min: 5-6
15 min: 8-10
20 min: 11-13
25 min: 14-19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald