- ÍSF hevur verið við í øllum fundum sum hava verið um málið.
Soleiðis sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, nú órógv hevur stungið seg upp í ÍSF, nú ein eykajáttanarlóg er á veg í tingið, har eykafígging skal gevast til Hondbóltssambandið. Tað er Flogbóltssamband Føroya, sum hevur sent skriv til starvsnevndina í ÍSF, um at sambandið ikki kann góðtaka, at onnur sambond fara útum vanligu mannagongdirnar hjá ÍSF fyri at fáa fígging til vega.
Forkvinnan í HSF sigur, at alt er farið fram í samstarvi við ÍSF og at ÍSF fekk umsóknina áðrenn hon varð send myndugleikunum.
Gunn Ellefsen sigur eisini, at fær Hondbóltssambandið ikki eyka fígging, so kann verða neyðugt at tátta í virksemi, tá boðast skal frá til kappingar sum eru fyri framman.
- Avleiðingin av at ikki fáa eykajáttan kann verða, at tað ikki ber til at melda A-landsliðið hjá monnum til endakapping í desember/januar, og heldur ikki at melda kvinnurnar til endakapping næstu ferð. A-landsliðini eru tey dýrastu og tí kann tað verða tey, sum koma at svía, sigur forkvinnan í HSF.
Gunn Ellefsen ger vart við, at landsliðsvirksemi fer ikki at steðga heilt upp, og at heimliga kappingin ikki verður rakt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald