Hondbóltur

HSF: Hava havt stórar útreiðslur av at ikki sleppa at spæla heimadystir í Føroyum

Órógv hevur stungið seg upp í ÍSF nú ein eykajáttan kemur fyri tingið, har HSF skal fáa meiri pening.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF (Mynd: Sverri Egholm)

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-09 14:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Flogbóltssamband Føroya hevur sent skriv til starvsnevndina í ÍSF har sagt verður, at sambandið ikki kann góðtaka, at onnur sambond fáa sær fígging útum vanligu mannagongdirnar hjá ÍSF. Orsøkin til skrivið er, at eykajáttanaruppskot er á veg í tingið, har Hondbóltssambandið skal hava eyka fígging.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF sigur, at Hondbóltssambandið hevur havt stórar eykaútreiðslur av, at landsliðið hjá monnum ikki hava havt loyvi til at spæla altjóða landsdystir í Føroyum, men hava verið noyddir at fara til Danmarkar at spæla. Landsliðið er í løtuni í Ukreina, har tað skal spæla.

- Vit hava lagt eina ætlan fyri næstu árini. Tann ætlanin máttu vit endurskoða, tá altjóða dystir ikki kundu spælast í Føroyum, sigur Gunn Ellefsen við Portalin.

Gunn Ellefsen ger vart við, at talan er ikki um at Hondbóltssambandið hevur havt eina eykaútreiðslu á eina millión, sum Kringvarpið segði á døgurða. Men vigar man man tær inntøkur móti teimum útreiðslum sum høvdu verið, um hondbóltslandsliðið hjá monnum hevði spælt landsdystir sínar í Føroyum, so hevði sambandið havt eina inntøku, sum svarar til eina millión. Tí hevur sambandið heitt á myndugleikar um at fáa meiri fígging.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder