Hondbóltur

HSF og Magn hava longt sáttmálan

- Vit hava longu sæð fleiri framúr góð úrslit í ungdómshondbóltinum, sigur Áki Vang Poulsen frá Magn. Felagið hevur seinastu árini verið ein av stórstuðlunum hjá Hondbóltssambandinum.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF saman við Áka Vang Poulsen, marknaðarstjóra hjá Magn, umframt Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Mariu Halsdóttir Weyhe (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF saman við Áka Vang Poulsen, marknaðarstjóra hjá Magn, umframt Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Mariu Halsdóttir Weyhe (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2020-04-01 11:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu árini hevur búmerkið hjá Magn verið at sæð beint undir bláa kraganum á leikarablusunum hjá hondbóltslandsliðunum.

Soleiðis verður eisini komandi tvey árini - í øllum førum hava Magn og Hondbóltssamband Føroya longt sáttmálan. 

Heimasíðan hjá Hondbóltssambandi Føroya skrivar, at Magn hevur verið við frá byrjan, tá HSF fór at seta sær hægri ítróttarlig mál og hevur verið ein av trúgvu stórstuðulunum. 

Serliga er tað ungdómsarbeiði, ið partarnir hava samstarvað um. Magn hevur millum annað stuðlað leikaramenningini hjá HSF, og tað er eisini ungdómsarbeiði, sum Áki Vang Poulsen, marknaðarstjóri hjá Magn, tekur fram í samband við nýggju avtaluna: 

– Tað er serliga ungdómsarbeiðið í hondbóltinum, sum vit hava hildið verið áhugavert. Vit hava longu sæð fleiri framúr góð úrstlit, og verður tað spennandi at fylgja leikarunum, nú teir vaksa til

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, sigur við heimasíðuna hsf.fo, at hon fegnast um sáttmálan: 

– Tað er sera týdningarmikið við góðum stuðlum og serliga yvir longri tíðarskeið, har møguleikin veruliga er at uppbyggja góð samstørv. Hetta hava vit saman við Magn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder