
- Tær vórðu " "rivnar vekk" - tær allarflestu vóru farnar næstan beinanvegin.
Soleiðis greddi Andrass Thomsen frá, tá hann í útvarpsstovuni í Kringvarpi Føroya fyri løtu síðani skuldi taka saman um føroysku atgongumerkjasøluna í morgun.
Stjórin í Hondbóltssambandi Føroya kundi staðfesta, at tað hevði gingið ógvuliga væl, og at "tað snúði seg um nakrar minuttir", eftir at atgongumerkini til bólkaspælsdystirnar hjá Føroyum í Oslo komu til sølu.
Sí eisini: EM-atgongumerkini gingu sum heitt breyð
Sum Andrass Thomsen greiddi frá, so var so at siga at vekk eftir einari lítlari løtu - so gjørdist líka okkurt tøkt aftur, meðan okkurt atgonugmerki stóð til at vera tøkt, sum kortini ikki var tað.
Vónandi fleiri atgongumerki tøk - næstan útselt við Norrønu
Tað eru samanlagt 4.760 føroyk atgongumerki, sum eru farin út. Umleið ein triðingur av hesum er til ferðaskrivstovur. Harvið vóru umleið 3.000 atgongumerki til sølu á norsku skipanini í dag.
Unity leikhøllin tekur umleið 8.500 fólk. Harvið eru flestu atgongumerkini til føroyingar, men vónað verður at uppaftur fleiri verða tøk. Nú verður bíðað eftir, at áskoðarar úr øðrum londum, umframt stuðlar í Noreg o.s.fr skulu hava rætt at keypa.
- Freistin at svara 15. september. Tá vóna og vænta vit at fáa leysgivið ein part av hesum. Vit hava verið í samskifti við EHF og fyrisikpararnar í Noreg fleiri ferðir í dag, og tey gera alt, sum tey kunna, fyri at hjálpa - eisini fyri at fáa fólk at svara áðrenn tíðina
Summir føroyingar hava verið inni og keypt atgongumerki, sum annars eru sett av til fjepparar hjá øðrum londum. Hetta hevur EHF tó nú latið aftur fyri.
Klokkan 10 varð eisini latið upp fyri søluni til túrin við Nørronu, sum siglir yvir 14. januar. Har vera umleið 1.200 fólk við, sum skulu búgva á skipinum undir bólkaspælinum.
- Eg tosaði við Smyril Line fyri løtu síðani. Tað hevur gingið ógvuliga væl - tey allarflestu kømurini eru farin, og tað verður ein fullfermt Norrøna, sum fer til Oslo, sigur Andrass Thomsen við Kringvarpið.
Hoyr alla samrøðuna fyrst í útvarpstíðindunum HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald