Fótbóltur

Húsini hjá Ed Woodward fyri álopi og herverki

Stóra ónøgdin yvir varastjórin, og mannin ið tekur tær flestu avgerðirnar í Manchester United, fekk fullkomiliga valdið á nøkrum viðhaldsfólkum í gjárkvøldið.

Woodward til dyst hjá United. Síðani 2013 er tað mest gingið niðureftir hjá felagnum - í øllum førum ítróttarliga (Mynd: EPA)

Woodward til dyst hjá United. Síðani 2013 er tað mest gingið niðureftir hjá felagnum - í øllum førum ítróttarliga (Mynd: EPA)

2020-01-29 09:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stór ónøgd hevur verið við avrikini hjá Manchester United millum fejpparar felagsins. Leikarar og Solskjær hava seinastu langu tíðina fingið toyggi á sosialu miðlunum, men í longri tíð hevur stórt spurnartekin verið sett við eigararnar, Glazer-familjuna, og ítróttarligu leiðsluna, ella eina vantandi slíka. Ed Woodward hevur fingið nógvar atfinningar frá fjepparum, men eisini frá viðmerkjarum.

Kritikkurin hevur ikki verið mjúkur, og hann snýr seg í høvuðsheitinum um, at mátin ið tann ítróttarligi parturin hevur verið rikin uppá seinastu árini - serliga við leikaraflytingum - hevur verið út av lagi vánaligur. 48-ára gamli bókhaldarin verður ikki mettur at vera nakar fótbóltsmaður, og í gjárkvøldið kókaði tað yvir hjá summum. 

Ein bólkur á áleið tjúgu fólk savnaðust uttanfyri húsið hjá Woodward í Cheshire, ið er nakað uttanfyri Manchester. Har varð millum annað rópt ókvæmisorð, og neyðbluss vóru tveitt inn ímóti húsunum. Hetta varð filmað, og á tekstinum stóð: "Ed Woodward fer at doyggja" 

Ed Woodward og hansara familja, konan og tveir synir, vóru ikki inni, tá hendingin frór fram seint í gjárkvøldið. Hetta skrivar Skysports.

Manchester United sendi í gjárkvøldið eina fráboðan út: 

"At fjepparar geva sína meining til kennar er eitt ting. At fremja lógarbrot við at gera skaða og við at við vilja seta lívið hjá øðrum er nakað annað. Tað er heilt einfalt eingin umbering fyri tað. Um nakar verður funnin sekur í hesum, so verður hann bannaður fyri lívið av felagnum og verður møguliga skuldsettur. Vit vita at fótbóltsheimurin fer at standa aftanfyri okkum, meðan vit arbeiða saman við løgregluni, fyri at finna tey sum stóðu aftanfyri hetta óneyðuga álopið". 

Hendingin fór fram um áleið somu tíð, sum Manchester United fekk játtað eitt boð uppá Sporting-miðvallaran, Bruno Fernandes. Ein leikara ið Woodward og co. hava jagstrað í longri tíð. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder