- 103 mál eru skotin fyrstu sjey umførini í Betri Deildini við monnum. Vit hava valt 10 tey bestu málini, men hvat mál er tað besta?
Hendan spurningin setur Televarpið, ið sendir allar dystirnar í fremstu fótbóltsdeildini í landinum. Televarpið hevur savnað tíggju mál frá mars og apríl, sum verða mett sum tey bestu.
So er tað upp til fólki at atkvøða. Talan er um fleiri góð langskot og liðmál:
- Hans Jákup Lervig (ÍF) móti TB
- Benjamin Heinesen (B36) móti 07 Vestur
- Luc Kassi (KÍ) móti TB
- John Villi Wøldike Leo (TB) móti 07 Vestur
- Mikkjal Hellisá (EB/Streymur) móti TB
- Gundur Ellingsgaard Petersen (ÍF) móti EB/Streymi
- Mathias Præst Nielsen (HB) móti B68
- Martin Klein Joensen (Víkingur) móti TB
- Luc Kassi (KÍ) móti Víkingi
- Magnus Egilsson (B36) móti B68
Til ber at atkvøða á Sona appini, kunnar tv.fo um. Her ber til at síggja tey tíggju tilnevndu málini.
Sí eisini: Fýra dystir á skránni fýra biðidag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald