Hvørki KÍ ella norsku meistararnir Bodø/Glimt hava teirra vanliga venjara á síðulinjuni, tá liðini hittast í fyrsta undanumfari í Champions League.
KÍ-venjarin fekk, sum kunnugt, leikbann, tá hann á heldur óhepnan hátt gjørdi dómararnar varugar við, at útiliðið dróg tíðina út, tá KÍ tapti móti RFS úr Estlandi.
Tað var í Djúpumýru 15. juli í fjør, at KÍ møtti estiska liðnum. Klaksvíkingar høvdu vunnið fyrra dystin í Jürmala 3-2, og væntanirnar til at KÍ skuldi spæla seg víðari vóru risastórar undan dystinum í Klaksvík eina viku seinni.
Men tað gekk ikki sum ætlað. Estar komu framum tíðliga í dystinum, tó eydnaðist tað Odmar Færø at javna stutt eftir. Men í 25. og 27. minutti skoraðu estar tvær ferðir til støðuna 3-1. Í yvirtíðini av fyrra hálvleiki minkaði Deni Pavlovic til 3-2.
Onki mál kom í øðrum hálvleiki, so tá dysturin varð bríkslaður av, stóð á jøvnum 5-5.
Farið varð í longda leiktíð, og her hendi tað, at estar skoraðu til 4-2 tríggjar minuttir inn í annan hálvleik av umdystinum. Tað vísti seg at vera sigursmálið.
Og tað var í øllum hesum rokinum og spenninginum, at venjarin hjá klaksvíkingum gjørdi vart við sína hugsan á ein slíkan hátt, at dómarin rak Mikkjal Thomasen av vøllinum. Tað er orsøkin, at hann ikki kann vera við til dystirnar í fyrsta umfari av Champions League í ár.
Kjetil Knutsen, venjari hjá Bodø/Glimt (Mynd: EPA)
Í hornatøkum við málmansvenjaran
Hjá norska venjaranum var tað ein hending, sum hendi eftir dystarlok, tá Bodø/Glimt hevði vunnið 2-1 í fjórðingsfinaluni móti AS Roma í Conference League 7. apríl í ár.
Kjetil Knutsen, sum norski venjarin eitur, og málmansvenjuarin hjá AS Roma fóru eftir øllum at døma til hendurs í spælaratunnlinum, og Knutsen fekk eisini leikbann teir báðar fyrstu dystirnar hjá Bodø í nýggju kappingini.
Norsku meistararnir Bodø/Glimt kláraðu seg sera væl í Conference League í fjør. Teir kvalifiseraðu seg annars til Champions League, men vórðu útslignir í fyrsta undanumfari, eftir at teir taptu samanlagt 5-2 til polsku meistararnar Legia Warshawa.
Í Conference League vóru tað Valur úr Íslandi, Pristina úr Kosovo og Zalgiris úr Litava, sum stóðu fyri skotum, Bodø vann øll umførini, og spældi seg í bólkaspælið, har liðið møtti AS Roma, Zorya Luhansk úr Ukraina og CAKA Sofia úr Bulgaria. Bodø endaði á øðrum plássi eftir Roma, og kom víðari.
Í fyrsta play off dysti vann Bodø á Celtic úr Skotlandi og í áttandapartsfinaluni vunnu norðmenn á AZ Alkmaar úr Niðurlondum. Tað skuldi tó longd leiktíð til her.
Í fjórðingsfinalunum trekti norska liðið aftur Roma úr Italia. Norðmenn vunnu 2-1 á heimavølli, men í italska høvuðsstaðnum vann liðið hjá Jose Mourinho heili 4-0, og so var tað ævintýrið hjá Bodø/Glimt liðugt.
Í Noregi rokna tey nú við, at meistaraliðið hevur ein betri kjans at spæla seg víðari, nú tað eru meistararnir úr Føroyum, sum standa á hini hálvuni, tá fyrsti dysturin verður bríkslaður í gongd á Aspmyra Stadion í norðurnorska býnum Bodø hin 5. ella 6. juli.
Mikkjal Thomasen, sum kennir norska liðið væl, hevur tó eina heilt aðra ætlan. Við Rás 1 segði hann fyrr í dag, at KÍ fer á vøllin fyri at sláa norsku meistararnar úr Champions League í ár.
Bodø/Glimt liggur í løtuni á 8. plássi í norsku Eliteserien.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald