Tað var nógv umstrítt og umrøtt, tá Russland og Katar á sama degi í 2010 fingu "heiðurin" at hýsa ávíkavist HM-endaspælinum í 2018 og 2022. FIFA hevði ikki gott orð á sær tá, og síðani er tað versnað - serliga eftir nógvu handtøkurnar og FBI-avdúkingarnar í 2015.
Mutur, og møguliga stórpolitiskir rossahandlar, vórðu í stóran mun nýttir, tá tað landið, ið var greitt minst egnað av teimum, sum bjóðaðu seg fram, varð valt sum vertur til ársins HM-endaspæl. Í Katar hava tey valdmiklu havt 12 ár at fyrireika seg, men seinastu stóru snøklarnir á leikvallunum, har áskoðarar og onnur skuldu halda til, vórðu ikki komnir uppá plás fyri í vikuni og tað hava longu verið hendingar og avgerðir, ið varpa heldur keðiligt ljós á endaspælið.
Les eisini: Øl verður ikki at fáa á fótboltsvøllum í Katar
HM varð enntá flutt til at vera um veturin, tí miðalhitin í Katar liggur um tey 40. Hetta fegnast tey millum annað um í Argentina, tí so liggur HM aftur í summartíðini har, men hetta høvdu teir 22 menninir í serligu nevndini hjá FIFA - harav fleiri sambært whistleblowers og viðurkendum altjóða tíðindafólki høvdu fingið bjóðað og tikið móti mutri frá Katar - ikki heilt hugsað ígjøgnum, tá avgerðin varð tikin. Hetta inntrivið í deildir kring allan heim, og eyka dystartrýstið á spælararnar hevur eisini sína ávirkan.
Katar er eitt lutfalsliga lítið land, og neyðugt hevur verið at stápla níggju leikvallir, nógv infrakervi, gistingarhús og annað upp. Til hetta hevur stjórnin í Katar innflutt eina rúgvu av gestaarbeiðarum úr serliga India og Bangladesj. Arbeiðskorini hava verið skýrd "nýmótans trælahald", og The Guardian, ið hevur skrivað nógv Katar, vísur á tøl, ið siga, at 6.700 fólk eru deyð undir arbeiðnum at fyri reika HM.
Nú skulu nógvir gestaarbeiðir virka sum áskoaðarar hjá ávísum londum - tað er heldur trupult at fáa rímiliga gisting í landinum, har manglandi rættindi hjá millum annað kvinnum og LGBTQ+-fólki - sum heild mannarættindi - eisini hava verið nógv umrøtt. Nógv av luttakandi londunum varpa eisini ljós á hetta og vilja ikki lata vera, hóast FIFA hevur ávarað ímóti tíð-
Fótbólturin
Nógvar linjur, og heilar greinar kundu verið skrivaðar um meira enn ivasama virksemi í samband við HM í fótbólti. Her á Portalinum fara vit eisini gjøgnum HM-endaspælið at varpa ljós á nøkur av hesum viðurskiftinum.
Vit fara eisini at fylgja tí, ið alt burdi snúð seg um: Fótbóltin. Hetta við millum annað dagligum yvirlitum og nakað av viðgerðum av liðum og avrikum og søgur rundanum dystirnar.
Fyrsti dystur verður bríkslaður í gongd klokkan 16 í dag, beint eftir setanina í Al Kohr. Upprunarunaliga skuldu Katar og Ekvador spæla í morgin, men í síðsta mánaða varð dysturin brádliga fluttur, og hetta er púra óhoyrt í nýtímas HM.
Hetta er fyrsta HM-endaspæl, ið Katar luttekur í. Nógvir av spælarunum hava upprunaliga lítið ella einki tilknýti til landið. Mótstøðuliðið, ið er í favorittleiklutinum, varð ákært fyri at nýta ólógligan leikara við følskum føðibrævi í undankappingini.
HM 2022
Bólkur A
Í dag. sunnudagin 20.11
16.00: Katar - Ekvador
Í morgin, mánadagin 21.11
16.00: Senegal - Niðurlond
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald