Níggju dystir verða spældir í Premier League í dag.
Fyrsti dysturin er júst byrjaður. Tað er dysturin millum Fulham og Wolverhampton. Botnliðið Fulham hevur staðið seg ómetaliga illa seinastu tíðina, og úrslitini hava ikki verið nógv betri síðani Claudio Ranieri setti seg í venjararsessin. Liðið hevur bert fingið tvey stig seinastu fimm dystirnar. Wolves liggja á 10. plássi og hava staðið seg ómetaliga væl sum eitt uppflytaralið. Teir vunnu tríggjar dystir á rað, áðrenn Liverpool sigraði á teimum seinast.
Oddaliðið Liverpool tekur heima ímóti Newcastle, sum liggur á 15. plássi. Liverpool hava verið framúr hetta kappingarárið, og hava vunnið 15 av 18 dystum og ongan tapt. Newcastle hevur havt skiftandi úrslit og eru fimm stig yvir niðurflytingarstrikuni. Stórfelagið hevur fingið fimm stig av seinastu 15 møguligu.
Meistararnir úr Manchester City fara á vitjan hjá Leicester City. Hetta kann vísa seg at gerast ein sera áhugaverdur dystur, tí at bæði liðini loyptu minni og størra hvøkkar á hyggjararnar í seinasta umfari. Leicester City fingu eitt flott úrslit seinast, tá teir vunnu 1-0 á útivølli móti Chelsea, men tað var Manchester City, sum veruliga varð tosað um, tá teir á heimavølli taptu móti Crystal Palace. Við ósigrinum eru menninir hjá Pep Guardiola nú fýra stig aftanfyri oddaliðið Liverpool. Leicester City eru á níggjunda plássi.
Manchester Utd, sum vóna at teir nú hava vent gongdini við nýggjum venjara, taka ímóti Huddersfield, meðan Tottenham fær vitjan av Bournemouth. Arsenal fer á vitjan hjá Brighton and Hove Albion, meðan Chelsea fer á vitjan hjá Watford.
Dystirnir hetta umfarið:
Kl. 12.30
Fulham – Wolverhampton Wanderers
Kl. 15.00
Burnley – Everton
Crystal Palace – Cardiff City
Leicester City – Manchester City
Liverpool – Newcastle United
Manchester United – Huddersfield Town
Tottenham Hotspur – AFC Bournemouth
Kl. 17.15
Brighton and Hove Albion – Arsenal
19.30
Watford – Chelsea
Í morgin:
Kl. 19.45
Southampton – West Ham United
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald