Í gjár vórðu innleiðandi bólkarnir avgjørdir. Greitt er nú hvørji 12 lið skulu spæla í millumumfarinum í Danmark og Týsklandi, og hvussu nógv stig hvørt land hevur við sær. Sì yvirlit yvir endaligu úrslitini her
Millumumfarið verður avgreitt frá í morgin til og við mikudagin, har dystir verða hvønn dag uttan týsdagin. Trý lið hava fýra stig við sær; tey eru Kroatia, Danmark og Svøríki. Liðini í bólkunum ið vórðu leiktir í Danmark hittast nú, og tey liðini ið hava spælt í Týsklandi eru bólkaði saman.
Tað er munur á, hvør bólkur sær sterkari og javnari út á pappírinum. Í bólki II, sum verður spældur í Danmark, eru skandinavisku londini greiðir favorittar til at koma víðari. Ungarn og Egyptaland hava eitt stig við sær og skulu í øllum førum basa Danmark ella Norra fyri at koma víðari. Ungarn hevur best møguleika at bjóða av, men liðið er rakt av skaðum, og tað verður helst ein spurningur um, tað verður Svøríki ella Norra, sum skulu fylgja Danmark í hálvfinalurnar. Innanhýsis dysturin ímilum grannarnar mánadagin verður allarhelst lykilin. Svøríki hevur tvey stig fleiri, men skal spæla ímóti báðum sínum grannalondum, meðan Danmark og Norra longu hava spælt ímóti hvør øðrum. Danir, við føroyinguninum Jóhan á Plógv Hansen á liðnum, hava góðan møguleika at fara allan vegin til finaluna á heimavølli.
Í hinum bólkinum, ið verður leiktur í Týskland,i verður helst stórur spenningur um, hvør kemur at taka tey tvey hálvfinaluplássini. Kroatia hevur flest stig við víðari, Frakland hevur royndirnar at vinna, og nú eisini Nikola Karabatic, Týskland hevur heimavøllin, og Spania kann altíð blanda seg ímillum tey allarfremstu. Ísland og Braslia hava einki stig við og skulu gera ógvuliga nógv fyri at spæla seg víðari. Tað er ilt at peika á greiðar favorittar, men dystirnir hjá Kroatia ímóti Fraklandi og Týskland koma helst at fáa nógv at siga.
Hini tólv liðini spæla í vikuskiftinum plaseringsdystir.
Millumumfarið:
Bólkur I:
Kroatia 4
Týskland 3
Frakland 3
Spania 2
Ísland 0
Brasilia 0
Fyrsta umfar:
Í morgin: Frakland - Spania
Týskland - Ísland
Sunnudagin: Brasilia - Kroatia
Bólkur II:
Danmark 4
Svøríki 4
Norra 2
Ungarn 1
Egyptaland 1
Tunesia 0
Fyrsta umfar:
Í morgin: Tunesia - Svøriki
Danmark - Ungarn
Sunnudagin: Norra- Egyptaland
Hondbóltur
Í dag er frídagur - í morgin byrjar millumumfarið
12 lið kappast nú um heimsmeistaraheiti.
Jóhan á Plógv Hansen (Mynd: EPA)
2019-01-18 14:52
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald