Fótbóltur

Í dag fellur avgerðin í Onglandi

Verður tað Manchester City ella Liverpool, ið lyftir steypið í dag ? Tað liggur til City, men júst seinasta vikan hevur víst, at alt kann henda í fótbólti.

City og Liverpool hava alt árið stríðst ein harðan dyst um 1. plássið í Premier League (Mynd: EPA)

City og Liverpool hava alt árið stríðst ein harðan dyst um 1. plássið í Premier League (Mynd: EPA)

2019-05-12 12:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liverpool hevur 18 ferðir vunnið fremstu ensku deildina. Stórfelagið úr Beatles-býnum hevur tó ongantíð vunnið, síðani deildin fekk navnið og konseptið Premier League. Seinasta enska meistaraheiti liggur heili 29 ár afturi í tíðini, og síðani 1990 hevur liðið ongantíð verið so tætt við sum nú. Liðið hjá Klopp hevur heili 94 stig, men City hevur eisini víst stóra styrki í ár, og liðini hava seinastu 23 dystirnar samalagt bert vunnið.

Nú er alt í hondunum hjá City, meðan Liverpool skal hava hjálp frá Brighton og samstundis vinna á Wolves á heimavølli. Hjá City er tað einfalt: Ein sigur í Suðuronglandi gevur teimum fjórða meistaraheiti uppá átta ár. Brighton hevur víst ringan form seinastu mánaðirnar, men yvirlivdi tó og hevur einki at spæla fyri í dag. Tað er tó tann professionelli stoltleikin, og heimaliðið fer helst at royna at gera tað so trupult hjá liðnum hjá Guardiola sum gjørligt.

Tað er tó nógv sum bendir á, at góðskan hjá teimum ljósabláu fer at skína ígjøgnum. Liðið kann í dag vinna sín 16. sigur á rað í Premier League, og hevur víst eitt evni til at hála sigrar heim, hóast tiltikna góða spælið ikki hevur eydnaðst eins væl og vanligt seinastu dystirnar. 

Í Liverpool vóna tey, og tað kann gerast dramatiskt eins og í Champions League. Meistaraheiti er tað einasta, ið veruligur spenningur er um. Arsenal kann fáa 4. pláss, um Tottenham tapir fyri Everton, og Arsenal. Men har skal ein munur á átta mál innheintast.

Allir dystirnir byrjar klokkan 15.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder