Fótbóltur

Í dag savnast landsliðið

Fyrsta venjingin fram ímóti fyrstu Nations League-dystunum verður á Tórsvølli seinnapartin. Føroyar spæla móti Norðurmakedónia leygardagin klokkan 14 og í Lettlandi um eina viku.

Føroyar skulu skapa meira í álopspartinum, í mun til í fjør. Her kann Adrian Justinussen verða ein lykil. 26-ára gamli vongurin fer av álvara vart við seg í donskum fótbólti. Adrian hevur bert 5 A-landsdystir á baki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroyar skulu skapa meira í álopspartinum, í mun til í fjør. Her kann Adrian Justinussen verða ein lykil. 26-ára gamli vongurin fer av álvara vart við seg í donskum fótbólti. Adrian hevur bert 5 A-landsdystir á baki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-03 10:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt nýtt kapittul í føroysku landsliðssøguni byrjar hesa vikuna, nú fjórða Nations League-kappingin fer í gongd. Føroyar skulu, sum tað minsta, royna at halda eg í Deild C. Hetta staðfesti landsliðsvenjarin á tíðindafundinum í síðstu viku, og sær hann stríðið serliga vera móti Lettlandi, ið Føroyar spæla ímóti um eina viku.

Talan er um triðju Nations League undir Håkani Ericson og toymi. Higartil hevur tað gingist væl á hesum økinum, tí Føroyar vunnu sín bólk í Deild D í 2020, fluttu harvið upp og hildu seg í Deild C í 2022 við millum annað sigrum á Turkalandi og Litava.

Síðani sigurin á Turkalandi fyri beint yvir tveimum árum síðani, hava tað ikki verið størri hæddarpunkt enn málleysi javnleikurin í Albania í november. Tað fóru ikki so nógv mál inn í EM-undankappingini í fjør, men Føroyar høvdu sum heild torført við at skora og skapa málmøguleikar.

[object Object]
Jóannes Bjartalíð í dystinum í Albania í november. Klaksvíkingurin var ikki tøkur til venjingardystirnar í mars og í juni, og soleiðis er eisini hesaferð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hetta skal betrast til Nations League, hevur Håkan Ericson staðfest. Liðið er tó uttan nakrar av teimum, sum annars skuldu vera skapandi spælarar. Miðvallararnir Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson (Fredrikstad) eru teir føroyingarnir, sum spæla á hægst stigi, men Bjartalíð og Brandur eru so mikið skaddir, at teir ikki eru við.

Odmar Færø og Heini Vatnsdal eru heldur ikki við, meðan Árni Frederiksberg aftur hevur sagt nei. Hallur Hansson, ið framvegis er landsliðsliðformaður og nú spælir aftur í KÍ, helt ikki, at tíðin var tann rætta at venda.

Meinhard Egilsson Olsen og Patrik Johannesen vóru báðir úti við sliitnum krossbandi meginpartin av 2023. Álopskendu spælararnir vóru aftur til Baltic Cup í juni og eru nú við. Helst fer meira at liggja á Adriani Justinussen í álopspartinum - hann hevur higartil í kappingarárinum verið við í nógvum málum hjá Hillerød, og áhugi hevur verið úr Superliguni og uttanfyri Danmark.

Liðið venur saman á Tórsvølli fyri fyrstu ferð seinnapartin. Portalurin verður til staðar og hevur ymiskt tilfar.

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad, 07 Vestur
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur

Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík

Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík

Dysturin móti Norðurmakedónia leygardagin 7. septmeber byrjar klokkan 14. Eitt heldur serstakt tíðspunkt fyri ein landsdyst, og higartil eru ikki serliga nógv atgongumerki seld. Tey kunnu keypast á fsf.atgongumerki.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder