Fótbóltur

Í kvøld bresta tey aftur saman á Wembley

Týskland sló tær tríggjar leyvurnar út av EM-endaspælinum í Onglandi í 1996 og eisini í HM-áttandapartsfinaluni í 2010. At afturløna er á ein hátt á dagsskránni í Onglandi - tó ikki hjá Southgate ið hevur eitt serligt samband við Týskland og EM, og sum møguliga fer at skifta leikskipan.

Southgate vil skapa nýggja søgu móti gamla fíggindanum (Mynd: EPA)

Southgate vil skapa nýggja søgu móti gamla fíggindanum (Mynd: EPA)

2021-06-29 14:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ongland - Týskland. At siga tað vekir serliga kenslur hjá mongum, serliga í hesum londunum, og tað vekir ymisk afturlit hjá heilt nógvum. Eitt eru fleiri fótbóltsdystir, sum eru vorðnir klassikarar - eitt annað eru politisk og onnur viðurskifti og serliga heimsbardagarnir.

Hjá enska landsliðsvenjaranum stendur 26. juni 1996 helst fastur í minninum av keðiligum ávum. Hjá honum vekir Týskland og EM-endaspæl ikki heit og góð minnir. Tað er ístaðin meira grátt - eins og leikbúnin hjá Onglandi hetta summarkvøldið - tí Gareth Southgate brendi brotssparkið, sum gjørdist tað avgerandi í hálvfinaluni millum gomlu fíggindarnir. Tað hjálpti ikki, at alt Ongland var við honum, eins og tað verður borið fram í einum av heimsins kendastu fótbóltssangum, har  



Hendingin frá 1996 hevur fylt nógv í bretskum miðlum, men Southgate hevur sligið fast, at tað ikki snýr seg um at løna nakað aftur frá tá ella um endurreisn - tað snýr seg um hjá einum nýggjum liði at skapa nýggj minni. 50-ára gamli venjarin fer møguliga at skifta leikskipan frá 4-2-3-1 til 3-4-3. Í teimum fimm dystunum, ið Ongland hevur spælt í juni - talan hevur verið um tveir venjingardystir og tríggir í bólkaspælinum - er einki mál farið inn. Liðið hevur hinvegin bert skora fýra mál, og er skýrt óáhugavert og uttan íblástur í Onglandi og kring Evropa. Alt hetta kann verða skúgvað til viks við sigri í kvøld.

Týskland var fáar minuttir frá at verða sligið út á heimavølli móti Ungarn, men Goretzka bjargaði Die Mannchaft. Í dysti nummar tvey í bólkaspælinum spæld Týskland tó heilt væl og vann 4-2 móti Portugal og skal í kvøld royna at leingja tíðina hjá Joachim Löw í sessinum. Høvuðsvenjarin seinastu næstan 15 árini gevst eftir endaspælið. Hatta, á ymsan hátt, nýggja týska liðið, skal royna at skapa nýggja søgu við at basa leyvunum, sum eru í egnari holu í kvøld. Antonio Rüdiger, Ilkay Gündogan og Robin Gosens eru ivasamir til dystin. 

[object Object]Joachim Löw fegnast her saman við Leon Goretzka eftir 2-2 javnleikin móti Ungarn, ið sendi týskarararnar víðari í EM. Tað var annars nær við at gerast eitt risa vónbrot, ið setti punktum fyri glæsiligu tíðina hjá Löw í venjarasessinum (Mynd: EPA)

Seinast Ongland og Týsklan spældu eina áttandapartsfinalu var í Suðurafrika fyri ellivu árum síðani. Tá støðan var 2-1 til Týskland stutt fyri steðgin royndi Frank Lampard seg við dundurskoti. Bólturin rakti í yvirleggjaran og var langt inni í málinum hjá Manuel Neuer, men Ongland fekk ikki mál, og í 2. hálvleiki gjørdu Ozil og Müller av við liðið hjá Capello.. Spøkilsi hjá Týsklandi frá 1966, tá tað var ivasamt um bólturin var inni í yvirtíðini í HM-finaluni á Wembley, eftir at Geoff Hurst hevði smekkað til, og mál varð dømt, var partvíst burtur.

Í 2000 vann Týskland á sama leikvølli í HM-undankappingardysti - fáar mánaðir frammanundan vann Ongland 1-0 í EM-bólkaspælinum, men bæði liðini fóru út eftir bólkaspæli - hetta var samstundis seinasti dystur á gamla Wembley. Ongland vann árið eftir ein søguligan 5-1 sigur í Munchen, har Micheal Owen skoraði hattrik. Í kvøld verður ein nýggjur kapittul skrivaður í søguni um arvafíggindarnar. Spurningurin er bara, hvønn veg tað koppar hesuferð.

EM-Áttandapartsfinalur
Í dag - týsdagin 29. juni

Wembley, London
17.00: Ongland - Týskland (TV3 +/Viaplay)

Hampden Park, Skotland
20.00: Svøríki - Ukraina (DR1/Viaplay)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder