Annað

Í kvøld fer endaspælið í gongd

14 lið eru eftir í stríðnum at koma í Super Bowl. Sonevnda Super Wild Card-vikuskifti hevur seks dystir at bjóða uppá.

Seattle Seahawks og San Francisco 49'ers spæla vanligt tvær ferðir um árið, tí tey eru í somu undirdeild. Í kvøld bresta tey saman í Kalifornia, har Kittle og hinur í reyðum og gulli eru stórfavorittar á pappírinum (Mynd: EPA)

Seattle Seahawks og San Francisco 49'ers spæla vanligt tvær ferðir um árið, tí tey eru í somu undirdeild. Í kvøld bresta tey saman í Kalifornia, har Kittle og hinur í reyðum og gulli eru stórfavorittar á pappírinum (Mynd: EPA)

2023-01-14 17:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í kvøld, ein í nátt, tveir í annaðkvøld, ein mánanáttina og ein týsnáttina. Hetta er tað, sum "Super Wild Card Weekend" hevur at bjóða uppá.

Av teimum 32 liðunum í NFL eru 14 lið framvegis við eftir grundspælið við 17 dystum, ið koyrdi frá fyrru hálvu av september til síðsta vikuskifti. Í NFL eru tvær sonevndar "conferences" (høvuðsdeildir) við 16 liðum í hvørjari. Tær kallast AFC (American Football Conference) og NFC (National Football Conference). Tær eru síðani býttar í tilsamans átta undirdeildir við fýra liðum í hvørjari.

Tey liðini, ið vunnu flest dystir í sínari høvuðsdeild, hava frívikuskifti í fyrsta umfarinum í endaspælinum. Tað vil siga, at Kansas City Chiefs (AFC) og Philadelphia Eagles (NFC) ikki spæla hetta vikuskifti, men at tey hava heimavøll næsta vikuskifti, tá "Divisional Round" er á skránni. 

[object Object]
Dallas Cowboys (í hvítum) og New York Giants (í bláum) eru kappingarneytar í NFC East. Giants eru í endaspælinum fyri fyrstu ferð í seks ár og skulu til Minnesota ein túr - Cowboys skulu stríðast við Tom Brady og Tampa Bay Buccaneers týsnáttina (Mynd: EPA)

Seks lið skulu sáldast frá, og seks lið hava tryggja sær pláss í "Divisional Round", áðrenn tað verður ljóst týsmorgunin. Spenningur er upp til dystirnar í USA, og væntað verður serliga at tað verður javnt í nátt, tá tveir ungir quarterbacks bresta saman, í Minnesota í annaðkvøld og týsnáttina, tá Tom Brady millum annað spælir.

Wild Card-umfarið hevur ofta skapt fleiri stór úrslit, úrslit sum eru óvæntað, og nógvar undirhaldandi dystir. Allir dystirnir kunnu síggjast á Tv2 Play og/ella á rásunum hjá TV2. 


Leygarkvøldið 14.01/Sunnunáttin 15.01:

21.30: San Francisco 49'ers - Seattle Seahawks (NFC)

01.15: Jacksonville Jaguars - Los Angeles Chargers (AFC)


Sunnukvøldið 15.01/Mánanáttina 16.01: 

18.00: Buffalo Bills - Miami Dolphins (AFC)

21.30: Minnesota Vikings - New York Giants (NFC)

01.15: Cincinnati Bengals - Baltimore Ravens (AFC)


Týsnáttina 17.01:


01.15: Tampa Bay Buccaneers - Dallas Cowboys (NFC)


Frívikuskifti: Kansas City Chiefs (AFC), Philadelphia Eagles (NFC)

Allar tíðirnar eru føroyskar tíðir - í USA eru tey 5-8 tímar aftanfyri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder