
Fótbóltsheimurin bíðar við spenningi til fyrra hálvfinalan í HM verður spæld í kvøld. Tvey av heimsins bestu landsliðum hittast í Sankta Pætursborg í kvøld.
Frakland og Belgia vóru bæði millum favorittarnar at koma í finaluna í ársins HM kapping, men so verður ikki.
Liðini hava bæði tvey heimsklassaleikarar, og serliga eru tað álopsleikararnir, sum eru millum bestu í heiminum. Belgia hevur Eden Hazard, Kevin de Bruyne og Romelu Lukaku, meðan Frakland hevur Antoine Griezmann, Kylian Mbappe og Paul Pogba.
Liðini hava bæði tvey staði seg væl í hesari HM kappingini. Belgia vann allar sínar dystir í bólkaspælinum, vann 3-2 á Japan eftir at hava ligið aftanfyri 2-0 í áttandapartsfinaluni, og varpaði favorittarnar úr Brasilia úr kappingini í fjórðingsfinaluni. Frakland vann bólk sín sannførandi, vann 4-3 í undirhaldandi dysti móti Argentina í áttandapartsfinaluni, áðrenn teir vunnu 2-0 á Uruguay í fjórðingsfinaluni.
Frakland eru ein lítil favorittur til dystin í kvøld, sum uttan iva verður ein undrihaldandi dystir millum tvey álopskend landslið.
Hálvfinalan verður spældur kl. 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald