Fótbóltur

Í minsta lagi 50 landsdystir í heyst

Talan verður um eina tætta skrá frá 11. august til 1. desember.

A-landsliðið hjá minnum skal triðja árið á rað spæla tveir dystir móti Malta (Mynd: Jens Kr. Vang)

A-landsliðið hjá minnum skal triðja árið á rað spæla tveir dystir móti Malta (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-07 11:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Koronafarsóttin hevur av álvara sett sín dám á fótbóltin í 2020, og tað hevur serliga ávirkað landsliðsvirksemi og dystir annars, har lið skulu ferðast um landamørk. 

Fótbólturin er tikin upp aftur kring Evropa, og nú verður skjótt av álvara sett ferð á landsliðsfótbólt.

FSF hava tilsamans níggju landslið, og frá 11. august til 1. desember skulu hesi lið spæla í minsta lagi 50 dystir. Talan er um venjingarkappingar, venjingardystir, UEFA Nations League, EM-undankappingardystir og aðrar smærri kappingar, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya.

[object Object]Eftir at Rannvá B. Andreasen javnaði móti Estlandi (Mynd: Sverri Egholm)

U15-landsliðið við gentum leggur fyri tann 11. august, tá farið verður til “Talentstævne” í Horsens í Danmark, og síðan er landsliðsfótbóltur á skránni mestsum uttan steðg til 1. desember, tá A-landsliðið við kvinnum spælir seinasta dystin í EM-undankappingini. Tað eru júst kvinnurnar, ið hava spælt einasta landsdystin við føroyskari luttøku spældur í ár. Tað var tann 9. mars, tá Føroyar og Estland spældu 1-1 javnleikur á Tórsvølli. Føroyska málið skoraði Rannvá B. Andreasen við góðum skoti seint í dystinum.

U21 landsliðið skal eisini gera sína EM-undankapping lidna, A-landsliðið hjá monnum skal spæla í Nations League, umframt at tveir venjingardystir eru skránni, og U17-genturnar skulu fyrireika seg til EM-endaspælið á heimavølli komandi vár við millum annað at spæla venjingarkapping í Føroyum. 


Sí alla landsliðsskránna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder