Fyrrapartin kunngjørdi DBU, at Danmark og Føroyar 7. oktober spæla venjingardyst í Herning.
FSF hevur í dag eisini kunngjørt, at Føroyar skulu spæla í Litava 11. november.
Hetta er tríggjar dagar áðrenn Nations League dystin í Lettlandi, so føroyska liðið hevur stutta ferð ímillum venjingardystin og sín næstseinasta Nations League.
Harvið skulu Håkan Ericson og hansara menn spæla tríggjar dystir innan eina viku, bæði í oktober og november.
Føroyar og Litava hava ofta verið í bólki saman í undankappingum og hava spælt fleiri javnar dystir. Í 2009 vunnu Føroyar 2-1 í HM-undankappingardysti móti Litava á Svangaskarði.
Skráin hjá føroyska A-landsliðum hjá monnum í heyst:
3. sept. Føroyar – Malta
6. sept. Andorra – Føroyar
7. okt. Danmark – Føroyar (venjingardystur)
10. okt. Føroyar – Lettland
13. okt. Føroyar – Andorra
11. nov. Litava – Føroyar (venjingardystur
14. nov. Lettland – Føroyar
17. nov. Malta – Føroyar
Kelda: fsf.fo
Fótbóltur
Spæla eisini venjingardyst móti Litava í heyst
Stutt áðrenn teir báðar seinastu Nations League-dystirnar miðskeiðis í november, spælir føroyska A-landsliðið hjá monnum í Litava.
(Seinast føroyska A-landsliðið spældi ein dyst var á Friends Arena í Svøríki - tað var í november í fjør - Mynd: Sverri Egholm)
2020-07-03 17:31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald