Fótbóltur

Í summar rýmir Mbappé úr París

Hann hevur nú boðað felagnum frá, at hann ikki ynskir at leingja sáttmálan, ið gongur út í summar. Helst endar 25-ára gamli fraklendingurin í Madrid.

2024-02-15 19:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mbappé: Úr PSG til Madrid. Hetta hevur verið á veg leingi, og í 2022 var alt so at siga komið uppá pláss, áðrenn lokali leikarin heldur valdi at taka av einum risatilboði frá PSG.

Nú sær út til, at skiftið skjótt fer fram. Stórir útlendskir miðlar, sum Sky Sports, The Athletic og L' Equipe, skriva í kvøld, at Kylian Mbappé hevur boðað leiðsluni í PSG frá, at hann ynskir at fra úr felagnum í summar.

Sáttmálin gongur út eftir kappingarenda. Tó eru ymiskir klasular, og tað er framvegis møguleiki fyri, at PSG fær pening fyri 25-ára gamla áleyparan. Ein annar møguleiki er, at maðurin úr París offrar ein part av sínari løn fyri at fara.

Lagt verður nú upp til, at næsta felagið hjá Mbappé verður Real Madrid, sum ynskir at gera hann til best lønta spælaran í spanska høvuðsstaðnum. Fabrizio Romano skrivar á sosialu miðlunum, at Real Madrid longu hevur sent eitt sáttmálauppskot til leguni hjá Kylian Mbappé. Tað er tó væl lægri enn tað í 2022 og tað, ið fraklendindingurin fær nú.

Mbappé kom til PSG úr Monaco í 2017. Fleiri gullheiðursmerki eru komin í hús síðani - millum annað hevur hvirluvindurin vunnið heimsmeistaraheitið - men Champions League vantar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder