Fótbóltur

Ian Jacobsen heldur fram sum formaður í B68

Hetta er greitt, eftir at eykaaðalfundur var á Svangaskarði í gjár. Tveir mans eru nú nenvdarlimir ístaðin fyri tiltakslimir.

(Mynd: Sverri Eghlolm)

(Mynd: Sverri Eghlolm)

2022-10-20 14:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin tryggjaði B68 sær endaliga sæti í Betrideildini 2023 og sendi samstundis NSÍ niður við 3-2 sigri í grannauppgerðini við Løkin.

Sí eisini: Myndir: B68 sendi NSÍ niður í 1.deild

Síðani hevur fótbóltslagið sum verða man verið heilt gott í Nes kommunu, og í gjár hevði B68 eykaaðalfund.

Eittans mál var á skrá: Nevndarval. 

Eftir tað er millum greitt, at Ian D. Jacobsen heldur fram, og at hann eisini verður formaður næsta árið. Hann tók við sessinum á heystið í fjør.

Í mun til nevndina, sum varð sett saman eftir eykaaðalfundin í september í fjør, eru tveir "nýggir" limir í nevndini. Talan er um Høgni Petersen og Arne Ree Winthereig. Báðir hava tó verið tiltakslimir seinasta árið og hava áður verið í nevndini í felagnum. Høgni er millum annað eisini virkin sum liðleiðari hjá besta liðnum.

Petur Gaardlykke og Djóni Højgaard eru ikki longur í nevndini. Hetta hevur við sær aðrar broytingar. Mainhard Fróði Højgaard avloysir Petur Gaardlykke sum næstformann, og Hanna Krista Poulsen avloysir Mainhard sum ábyrgdara fyri ungdómin í B68.

[object Object]Høgni Petersen, Arne Ree Winthereig, Niclas Allan Danielsen, Ian D. Jacobsen, Mainhard Fróði Højgaard, Maria J. Joensen, Hanna Krista Poulsen

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Formaður: Ian D. Jacobsen
Næstformaður: Mainhard Fróði Højgaard
Peningarøkil: Niclas Allan Danielsen
Skrivari: Maria J. Joensen
Ungdómsábyrgdari: Hanna Krista Poulsen
Nevndarlimir: Høgni Petersen og Arne Ree Winthereig

Kelda: B68 - Tofta Ítróttarfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder